Birita juniormet og gull í seniorkapping

Reykjavík International Games 2010 er nú avgreitt, við hópin av góðum føroyskum úrslitum. Birita Debes megnaði í dag at vinna gull í 50 rygg í seniorbólkinum, og setti tá nýtt føroyskt juniormet. Birita vann eisini silvur í 200 rygg fyri seniorar, og Turið S. Christiansen silvur í 100 bringu fyri seniorar, har tíðin hjá Turið í 100 bringu var nýtt føroyskt juniormet á 1:19.03. Og Monika Biskopstø úr Klaksvík vann bronsu í 400 frí fyri seniorar, við nýggjum føroyskum juniormeti á 4:41.81, umframt at hon við tíðini 2:43.19 setti nýtt føroyskt met og juniormet í 200 firvald.

RIG060

[Myndatekstur: Poula, Birita og Guðrun tosa við Turið]
Continue reading Birita juniormet og gull í seniorkapping

Føroyingar 18 ferðir í finalu í dag

Turið S. Christiansen setti enn eitt juniormet í morgun, tá ið hon í 100 bringu svam teinin uppá 1:19.20, og saman við 12 ára gomlu Tanju Skaalum kvalifiseraði seg til A-finaluna á Reykjavík International Games, seinnapartin. Ungu føroyingarnir hava til nú vunnið 10 gull, 16 silvur og 10 bronsu í juniorkappingini, umframt 2 silvur og 1 bronsu í seniorkappingini.

RIG031
Continue reading Føroyingar 18 ferðir í finalu í dag

Turið knústi føroyska metið í 200 bringu

Turið S. ChristiansenTveir av trimum døgum eru nú avgreiddir á Reykjavík International Games 2010, við avbera góðum føroyskum úrslitum. Leirviksgentan Turið S. Christiansen setti í dag tvær ferðir føroyskt met í 200 bringu, bæði sum senior og junior, hóast hon enn ikki er nóg gomul til at luttaka á evropeisku juniormeistarastevnuni. Birita Debes setti tvær ferðir juniormet í 100 rygg, og Monika Biskopstø setti tvær ferðir juniormet í 200 frí.
Continue reading Turið knústi føroyska metið í 200 bringu

Ungi Magnus Jákupsson nýtt føroyskt met í 400 blandað

MagnusTíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Fyrsti dagurin á Reykjavíkar International Games er liðugur og gjørdist føroysku úrslitini sera góð. Okkara svimjarar komu víðari í 15 finalum, herav 8 A-finalum.
Continue reading Ungi Magnus Jákupsson nýtt føroyskt met í 400 blandað

Veldug føroysk luttøka á Reykjavík International

Nú um vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Reykjavík, har millum annað 43 føroyskir svimjarar luttaka. Hetta verður ein avbjóðandi svimjistevna, har tey skulu kappast ímóti flestu av teimum bestu íslendsku svimjarunum, umframt einum norskum landsliði við sjálvum Alexander Dale Oen á odda. Men tó smæðast føroyingarnir ikki burtur, nú okkara unga lið er styrkismett til at kunna taka 1 gull, 4 silvur og 2 bronsu í seniorbólkinum, og sikkurt eina rúgvu eisini í juniorbólkinum.

CIMG1734
Continue reading Veldug føroysk luttøka á Reykjavík International

Startlistin til Reykjavík International er nú tøkur

So er startlistin tøkur á www.aegir.is, har vit millum annað síggja at føroyingarnir slettis ikki eru so illa fyri, í styrkismeting við hinar luttakararnar. Vit síggja eisini at norski OL silvurvinnarin Alexander Dale Oen aftur luttekur í ár, og at hann og Jakob Jóhann Sveinsson, sum tit kanska minnast frá landsdystinum í Føroyum, fara at standa fyri nokk størstu holmgongunum á allari stevnuni, í 50, 100 og 200 metra bringusvimjing. Í øllum førum tá ið tað kemur til heimsklassasvimjing, við tað at teir báðir eru høgt plaseraðir á heimsstyrkislistanum, og at tað tíverri ikki eru so nógv onnur heimsklassanøvn á startlistanum.
Continue reading Startlistin til Reykjavík International er nú tøkur

Úr dagbókini hjá ungdómslandsliðnum í Íslandi

Ja, Sonni og Karina hava fingið tað geniala hugskot, at lata svimjararnar skiftast um at skriva í eina dagbók, frá venjingarleguni í Íslandi. Hetta verður heilt víst gull vert, bæði nú og í framtíðini.

Fríggjadagur 08-01-2010

Vit fóru til Íslands kl 11:00 við flogfarðinum. Vit komu til Reykjavík kl 12:30. Aftaná vit vóru komin upp á pláss, fóru vit á “ Pizza Hut” at eta (man fær eisini sunnan mat har). Vit fóru í svimjihøllina kl 17:30, venjingin gekk fyri seg inni í 25m hyli, frá 18:00 til 20:00. (5000m). Aftaná venjingina fóru øll í “pottarnar” og Sofus stuttleikaði sær í rustjibananum. Pylsivognurin verður tømdur aftaná venjingina av dreingjunum. Aftaná var eti, so ein túr út at keypa. Áðrenn vit fóru í song, fóru vit í kamarið hjá dreingjunum. Har fortaldi Jóhann sína lívssøgu. Annars, so stinkar vatnið av rotnum eggið.

heilsan

VIT 16 (Helena, Monika, Birita og Jóhann )

RIG063
Continue reading Úr dagbókini hjá ungdómslandsliðnum í Íslandi