Innbjóðing til Reysta-stevnu 2. apríl 2011

Viðfest er ein seinkað innbjóðing til Reysta-stevnu í Leirvík, nú leygardagin 2. apríl 2011, sum eg júst havi fingið í telduposti. Sum tit síggja er tað nakað seint at melda til, við tað at freistin fór sunnudagin, men vit mugu so bara ganga út í frá at viðkomandi hava fingið boðini beinleiðis ella líknandi.

Kæru tit

Leygardagin 2. apríl verður kapping í Leirvík fyri bólk 3 gentur og bólk 4 dreingir.
Kappingarnar eru 16 m frí, 16 m bringa, 16 m rygg, 16 m firvald og mix-stafettir.
Nr 1, 2 og 3 fáa medalju, umframt at øll fáa eina luttakaramedalju.
Luttakaragjaldið er 35 kr fyri hvønn svimjara.
Aftan á kappingina ber til at fara oman í Bowlinghøllina at eta pitsa. Kostnaður 50 kr pr. høvd, sodavatn er íroknað prísin.
Boðið frá luttakaratali við sms til Emily á tlf. 743206 í seinasta lagi sunnukvøldið kl. 22.
Win-grodan fílan kemur seinni.

Vegna
Reysta, FS og FLOT
Emily, Durita og Pálin

Úrslit frá Reystastevnuni 2011

So eru úrslitalistarnir komnir frá Reystastevnuni í Leirvík, leygardagin. Suðuroyar Svimjifelag vann sum nevnt allar kappingar, og so klárt flestu heiðursmerki: 16 gull, 8 silvur og 4 bronsu. Havnar Svimjifelag vann næstflest við 7 silvurheiðursmerkjum og 1 bronsu. Reysti vann triðflest við 1 silvur og 8 bronsu, og FS vann fjórflest við 2 bronsu. Sí annars viðfestu úrslitalistar.

SuSvim Heroes

[Mynd av facebook-síðuni hjá SuSvim. Liðið hjá teimum í Leirvík minus Jacek]

SuSvim vann alt í Leirvík

Svimjistevna var sum kunnug í Leirvík í gjár, har Reysti skipaði fyri kapping millum okkara yngru aldursbólkar. Tíverri hendi okkurt tekniskt brek, sum viðførdi at tey ikki hava kunnað sent úrslitalistan út enn; men vit frætta tó at Suðuroyar Svimjifelag vann allar 16 kappingar, hjá bæði dreingjum og gentum, umframt ‘mix’ liðsvimjingina fyri dreingir og gentur. Tað er rættiliga serstakt, og kanska eindømi.

CIMG0524