13 staðið lívbjargingarroynd hjá svimjifelagnum Reysti

Svimjifelagið Reysti skipaði fríggjadagin í næstsíðstu viku fyri lívbjargingarroynd har 4 stóðu royndina, og so aftur nú leygardagin fyri roynd so at tilsamans 11 afturat nú kunnu kalla seg fyri dagførdar lívbjargarar, umframt at 2 undir 17 ár stóðu lítlu lívbjargingarroyndina. Tað er Sørin S. Djurhuus starvsnevndarlimur í SSF sum ferðast runt landið, til at døma um lívbjargingarførleikarnar.

reysti-livbjargarar-1

reysti-livbjargarar-2

reysti-livbjargarar-3

reysti-livbjargarar-4

SSF á vitjan hjá Reysti í Leirvík

Mánakvøldið vóru umboð úr starvsnevnd og svimjinevnd SSF í Leirvík, at vitja Reysti sum liður í røðini runt Føroyar at vitja svimjifeløg. Tað varð ein fínur fundur, ið mest viðgjørdi viðurskifti runt teirra (yngru) aldursbólkar, tá ið tað kemur til kapping og útbúgving av venjarum og líknandi. Her á myndini niðanfyri eru tað Hestoy og Djurhuus sum greiða eitt sindur frá svimjiteknikki.