Richard Branson ætlar sær nú niður á havsins botn eisini

Sir Richard Branson er dollar-milliarderur frá plátusølu og flogfelagi, sum eisini hyggar sær við ævintýrferðum sum ballonferð um heimin, fart-rekord við báti um Ermasund og einum projekti at gera turistferðir út í rúmdina. Nú víðkar hann við djúphavsrannsóknum, har hann longu við árslok 2011 ætlar sær at kava niður í Marianaragrøvina, djúpasta stað í heimshøvunum yvirhøvur, har bara éin sergjørd dykkaraklokka hevur verið fyrr. Og tá ætlar hann sær enntá at ‘flúgva’ niður í hesum ultrakula kavbáti, áðrenn hann fer víðari til 4 onnur djúp støð í heimshøvunum. Alt í samstarvi við Google forrestin, sum fer at gera tað gjørligt hjá okkum at fylgja við.