Heilsan til føroyingarnar á RIG 2015

Ein heilsan vegna Svimjisamband Føroyar, til tykkum svimjarar, venjarar og leiðarar á Reykjavík International Games 2015.

Góðu tit svimjarar, venjarar og leiðarar,

Hjartaliga til lukku við óføru úrslitunum á Reykjavík International Games 2015 !

Meðan føroyska samfelagið meira ella minni lá lamið vegna illveður og stórkava, so stríddu tit tykkum til Íslands at kappast, og hava har skarað framúr á altjóða stevnu. Úrslitini tala fyri seg sjálvi: 7 føroysk met, 10 føroysk juniormet, 14 gull, 3 silvur og 2 bronsu í unglingakappingini, og 5 gull, 7 silvur og 9 bronsu í kappingini fyri allar aldursbólkar.

(Føroyingar á RIG 2015. Dan Hjelm eigur myndina)
Continue reading Heilsan til føroyingarnar á RIG 2015

Føroyar kláraðu seg væl í kapping við grannalondini

Ein skjótt uppteljing í hond staðfestir, at kappingin var rættiliga jøvn millum grannalondini, um hvør sum vann flest heiðursmerki í opna bólkinum. Nú var hendan kappingin ikki millum lond men feløg, og Danmark og Noregi (og Føroyar) vóru tí eitt sindur undir-umboðaði í mun til til dømis vertslandið Ísland; men stuttligt allíkavæl at telja 🙂

(Suðuroyingar lesa startlista. Dan Hjelm eigur myndina)
Continue reading Føroyar kláraðu seg væl í kapping við grannalondini

Ball aftur triðja dag á RIG 2015

Tilsamans 2 føroysk met, 2 føroysk juniormet varð til hjá føroyingum, tá ið síðstu finalur vórðu avgreiddir á Reykjavík International Games 2015, umframt 2 gullheiðursmerki, 3 úr silvuri og 5 úr bronsu. Lisin yvir føroyskt met og alt tað á RIG er dagførdur, og tit eru sjálvsagt vælkomin at koma rættingum !


Continue reading Ball aftur triðja dag á RIG 2015

Róland 2:29.49 og føroyskt juniormet í 200 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann í finaluni á Reykjavík International Games 2015 vann gull við tíðini 2:29.49. Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag átti juniormetið á 2:32.59 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012.

(Róland á heiðursmerkjapallinum í Reykjavík. Jón Bjarnason eigur myndina)

Ásbjørg 1:15.77 og nýtt føroyskt met í 100 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir sorlaði fyri løtu síðani bæði føroyska metið og juniormetið í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Reykjavík International Games 2015 svam teinin uppá 1:15.77. Emma Festirstein Nystrøm úr Havnar Svimjifelag átti føroyska metið á 1:16.28 frá Copenhagen Swim Cup 2014, meðan Ásbjørg sjálv átti føroyska juniormetið á 1:17.01 frá innleiðandi riðlunum í morgun.

(Ásbjørg og Sára á heiðursmerkjapallinum. Jón Bjarnason eigur myndina)

Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag vann við tíðini 1:20.38 bronsu í A-finaluni nú á RIG 2015, meðan Sólrun Kjærbo úr Suðuroyar Svimjifelag og Hanna Lervig úr Reysta við 1:23.59 og 1:25.55 vóru nummar 1 og 2 í B-finaluni. It is a good day in Reykjavík !

Cecilia 4:30.47 og nýtt føroyskt met í 400 frí

Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Reykjavík International Games 2015 við tíðini 4:30.47 svam seg til eitt fjórðapláss í finaluni. Jutta Thomsen átti føroyska metið á 4:31.38, frá stevnu í Esbjerg í 2007.

Føroyingar 23 ferðir í finalu, triðja dag á RIG 2015

Føroysku svimjararnir luttaka tilsamans 23 ferðir, tá ið síðstu finalur á Reykjavík International 2015 verða avgreiddar í dag, frá klokkan 16:00 íslendska og føroyska tíð. Ásbjørg Hjelm skal millum annað luttaka í 100 metra bringusvimjing, har hon í morgun setti nýtt føroyskt juniormet, og Sára R. Nysted í 100 metra frísvimjing har hon setti juniormet í morgun.

(Dan Hjelm eigur myndina)

Úrslitini fara at kunna síggjast her á thriko.is, so hvørt sum finalurnar verða avgreiddar, og í gjár var eisini møguligt at síggja finalurnar beinleiðis á netinum her á ruv.is.
Continue reading Føroyingar 23 ferðir í finalu, triðja dag á RIG 2015

Sára 1:00.17 og nýtt føroyskt juniormet í 100 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Reykjavík International Games 2015 svam teinin uppá 1:00.17.

Hetta var besta tíð hjá gentum 14 ár og yngri, og næstbesta av øllum aftanfyri bara donsku svimjistjørnuni Mie Ø. Nielsen, og Sára vann sostatt bæði gull í yngra bólkinum, umframt at svimja seg í A-finalu undir liðini á Mie, seinnapartin.

Victoria Wigant Eysturdal úr Ægir átti føroyska juniormetið á 1:01.30, frá Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon í juni 2014. Shaila millum Garðarnar úr Suðuroyar Svimjifelag eigur tað eftirhondini rímiliga gamla føroyska metið á 59.63, frá HM í Rom í 2009.

Ásbjørg 1:17.01 og nýtt føroyskt juniormet í 100 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Reykjavík International 2015 svam teinin uppá 1:17.01. Hetta var besta tíð av øllum í innleiðandi riðlunum, og Ásbjørg fær tí ein góðan kjans aftur eisini í A-finaluni, seinnapartin.

(Ásbjørg í høllini í Reykjavík. Dan Hjelm eigur myndina)

Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag átti føroyska juniormetið, á 1:17.08 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2010. Emma Festirstein Nystrøm úr Havnar Svimjifelag eigur føroyska metið, á 1:16.28 frá Copenhagen Swim Cup í mai 2014.

Ein rúgva av gulli afturat í Reykjavík

Føroyingar vunnu nógv heiðursmerki afturat í Reykjavík, tá ið síðsta umfar av innleiðandi riðlum varð avgreitt í morgun, og harvið síðsta umfar av unglingakappingini 14 og yngri á RIG 2015. Serliga Sára Ryggshamar Nysted skaraði framúr, við at í morgun at vinna 4 gull afturat, so at hon nú tilsamans hevur vunnið 8 gull í unglingakappingini, umframt 1 silvur og 1 bronsu í opnu kappingini.


Continue reading Ein rúgva av gulli afturat í Reykjavík