Alright, føroysku svimjararnir ætlar sær eftir øllum at døma nógv á Reykjavík International Games 2015, og vit mugu tí undir at gera ein lista. Rættingar eru meira enn vælkomnar, til at tryggja søguna …
Tag: RIG 2015
‘Sikken en fest’, fyrsta finalukvøld á RIG 2015
Hóast fyrsta finaluumfar á Reykjavík International Games 2015 byrjaði heldur ørvísi við at vera myrkalagt fyrsta tíman vegna streymslit, so varð tað til eitt festfýrverkarí fyri føroyingar, tá ið finalurnar sum skuldu taka tveir tímar vórðu avgreiddar uppá éin. Tilsamans fýra føroysk met og fýra juniormet varð tað til, umframt 3 gull, 3 silvur og 4 bronsuheiðursmerki.
(RIG 2015 í myrkri. Jón Bjarnason eigur myndina)
Continue reading ‘Sikken en fest’, fyrsta finalukvøld á RIG 2015
Cecilia 2:08.02 og føroyskt met í 200 frí
Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir setti í kvøld nýtt føroyskt met í 200 metra frísvimjing, tá ið hon í finaluni á Reykjavík International Games 2015 vann bronsu við tíðini 2:08.02. Hetta var stór betring í mun til føroyska metið hjá Emmu Festirstein Nystrøm úr Havnar Svimjifelag, sum var 2:09.31 frá Copenhagen Swim Cup í mai 2014.
Óli 2:09.45 og føroyskt met í 200 firvald
Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hann í finaluni á Reykjavík International Games 2015 varð nummar fýra við tíðini 2:09.45. Hann átti sjálvur føroyska metið á 2:11.04, frá Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í juni 2014.
Ásbjørg 2:44.46 og føroyskt met í 200 bringu
Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í finaluni á Reykjavík International Games 2015 vann gull við tíðini 2:44.46. Íslendska S. Vilhjálmsdóttir á 2:48.31, og Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu við 2:49.10. Turið S. Christiansen átti føroyska metið og juniormetið á 2:44.81 frá Reykjavík International Games 2010.
Signhild 1:07.49 og juniormet í 100 rygg
Signhild Joensen úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Reykjavík International Games 2015 vann bronsu við tíðini 1:07.49. Birita Debes átti juniormetið á 1:07.66, frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í 2011.
Sára 2:27.91 og juniormet í 200 blandað
Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 200 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á Reykjavík International Games 2015 vann silvur í finaluni við 2:27.91. Hon átti sjálv juniormetið frá innleiðandi riðlunum í morgun, tá ið hon við nýggjum føroyskum juniormeti 2:28.56 vann gull í bólkinum fyri gentur 14 ár og yngri.
Ásbjørg 34.61 og nýtt føroyskt met í 50 bringu
Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon saman við íslendsku Karen Sif Vilhjálmsdóttir vann A-finaluna við júst somu tíð, 34.61 sekund. Ásbjørg átti metið frá innleiðandi í gjár, á 34.77. Hanna Lervig úr Reysta vann B-finaluna við tíðini 39.04 sekund.
Føroyingar 25 ferðir í finalu á RIG 2015, seinnapartin
Um eg ikki havi talt galið, so eru føroysku svimjararnir heilar 25 ferðir í finalu nú seinnapartin, tá ið fyrsta finaluumfar á Reykjavík International Games 2015 fer av bakkastokki. Har eru tvær kappingar uttan føroyska luttøku, men annars eru vit umboðaði í øllum.
Íslendska RÚV sendir beinleiðis frá finalunum.
Continue reading Føroyingar 25 ferðir í finalu á RIG 2015, seinnapartin
Sára 2:28.56 og nýtt føroyskt juniormet í 200 blandað
Sára Ryggshamar Nysted setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 200 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á Reykjavík International vann kappingina fyri gentur 14 ár og yngri, við tíðini 2:28.56. Eingin átti metið áðrenn, við tað at SSF á sinni ásetti kravtíð 2:37.67 fyri at yvirhøvur kunna seta juniormet í hesu grein, tá ið skift varð verandi bólkabýti afturi í 2008. Men Sára var so dyggiliga undir ta tíðina, nú, og svimur hana aftur í A finaluni nú um eina løtu.