Føroysku svimjararnir koyra á í Reykjavík

Hóast flestu suðuroyingar ferðaðust frá klokkan 05:15 til hon var farin av 22 í gjár, fyri síðani at skula upp at eta morgunmat klokkan 06:15 í morgun, so domineraðu teir innleiðandi riðlarnar á RIG 2015 í morgun, saman við Óla Mortensen sum var komin afturat úr Havn í gjár, og teimum úr Klaksvík, Leirvík og Gøtu sum hava verið á venjingarlegu har vesturi síðani mánadagin.


Continue reading Føroysku svimjararnir koyra á í Reykjavík

Frálík úrslit, fyrsta kvøld á RIG 2015

Fyrstu riðlar vórðu í dag svomnir á Reykjavík International Games 2015, og kláraðu føroyingarnir seg framúr. Kappast varð í innleiðandi riðlum á øllum fýra 50 metra teinum, umframt í beinleiðis finalu í 400 blandað, 800 frí fyri kvinnur og 1500 frí fyri menn.
Continue reading Frálík úrslit, fyrsta kvøld á RIG 2015

Ásbjørg Hjelm sett nýtt met í 50 bringu við tíðini 34.77

Ásbjørg Hjelm úr Ægir hevur í dag sett stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, við tíðini 34.77 á Reykjavík International 2015. Gamla metið hjá henni frá EJM í fjør summar var 35.33. Ásbjørg var við hesari tíðin klárt skjótasti svimjari í innleiðandi riðlunum, har finalan er í morgin.

Reysti, Ægir og SuSvim á venjingarlegu í Íslandi

Ein hópur av føroyskum svimjarum og leiðarum fór í dag til Íslands, at venja á langgeil og síðani kappast á Reykjavík International Games 2015. Tey eru 14 føroyskir svimjarar úr svimjifelagnum Reysti í Eysturkommunu, Ægir í Klaksvík og Suðuroyar Svimjifelag, umframt 2 venjarar og 3 leiðarar/kokkar.

(Eyðbjørn og onkur úr Ægir í uttandurahylinum í Reykjavík. Morensa Thomsen eigur myndina)
Continue reading Reysti, Ægir og SuSvim á venjingarlegu í Íslandi