Signhild 1:05.60 og føroyskt met í 100 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Reykjavík International Games 2016 vann bronsu við 1:05.60, aftanfyri bara OL-luttakararnar báðar Mie Ø. Nielsen úr Danmark og Eygló Ósk Gústafsdóttir úr Íslandi. Birita Debes átti føroyska metið á 1:05.64, frá HeimsMeistarastevnuni í Barcelona í 2013, meðan Sára R. Nysted átti juniormetið á 1:06.39 frá innleiðandi riðlunum í morgun. Sí úrslitalistan her.

Screen Shot 2016-01-23 at 17.10.27

Sára 2:20.41 og føroyskt met í 200 blandað

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hon í A-finaluni á Reykjavík International Games 2016 vann gull við tíðini 2:20.41. Hon átti sjálv føroyska metið á 2:21.59, frá HeimsMeistarastevnuni fyri Juniorar í Singapore í fjør summar. Tíðin hjá Sáru var eftir øllum at døma eisini stevnumet har í Reykjavík, sum víst við hasum “R” á úrslitalistanum. Sí úrslitalistan her.

Screen Shot 2016-01-23 at 16.57.32

So eru tað finalurnar á RIG 2016

Fyrsta veruliga finaluumfar byrjar nú á Reykjavík International Games 2016. Her er eitt prát sum sendingin Surk hjá Kringvarpi Føroya gjørdi við Jón Bjarnason fyri løtu síðani, um luttøkuna har í Íslandi. Úrslitini á RIG fara at kunna síggjast so hvørt her á swimrankings.net, og sum eg skilji tað verður har live stroyming í morgin.

(Jón Bjarnason í Reykjavík. Dan Hjelm eigur myndina)

2016012312507188_1117128868327687_3470465380707142474_n-2

Heiðursmerki og finalupláss eisini 2. dag á RIG 2016

Føroyskir svimjarar hava aftur í morgun svomið seg til bæði heiðursmerki og finalupláss á Reykjavík International Games 2016, nú næsta sett av innleiðandi riðlum varð avgreitt. Umframt at fleiri juniormet vórðu sett.

RIG 2016 Gentur 100 rygg

(Brynhild og Alisa gull og bronsu í 100 rygg. Jón Bjarnason eigur myndina)

Continue reading Heiðursmerki og finalupláss eisini 2. dag á RIG 2016

Nógv finalupláss til føroyingar á RIG 2016

So er fyrsti partur avgreiddur av svimjistevnuni á Reykjavík International Games 2016, og føroyingar hava umframt at vinna heiðursmerki í 400 blandað og 800 frí, eisini í nógvum førum svomið seg víðari til finalur í morgin, á stytri teinunum.

Continue reading Nógv finalupláss til føroyingar á RIG 2016

Sára og Alisa gull í 800 frí á RIG 2016

Sára Ryggshamar Nysted og Alisa Vestergaard vunnu fyri løtu síðani gull í 800 metra frísvimjing á Reykjavik International Games 2016, Sára í eldra bólkinum og Alisa í yngra, báðar úr Suðuroyar Svimjifelag.

2016012212625678_10208486023657764_754925824_n

(Alisa og Sára í Reykjavík. Jón Bjarnason eigur myndina)

Continue reading Sára og Alisa gull í 800 frí á RIG 2016