Her er ein flott video sum íslendski Kristinn Gauti Gunnarsson hevur gjørt, frá RIG 2022 nú farna vikuskiftið. Onkrir føroyingar eru eisini at síggja 🙂
Tag: RIG 2022
Gull til Bartal Eidesgaard í 200 frí á RIG 2022, og nógv silvur og bronsa til føroyingar eisini
Bartal E. Eidesgaard svam seg fyri løtu síðani til gull í 200 metra frísvimjing á Reykjavík International 2022, við nýggjum persónligum meti á 1:59.17, har hansara besta tíð til nú var 1:59.50 fr´a hesi somu stevnu í januar 2020. Og føroyskir svimjarar svumu seg til fleiri silvur- og bronsuheiðursmerki eisini, nú síðstu finalur vórðu avgreiddar á hesi stevnu.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2022/01/41885130182_5cdc7814cf_k.jpg?resize=600%2C400&ssl=1)
Beinleiðis frá seinasta finaluparti á RIG 2022
Sí YouTube-rásina hjá Sundsamband Íslands – her eru heilt nógvir føroyingar sum fara at royna seg aftur í dag, í finalunum sum byrja kl 16:45 føroyska og íslendska tíð.
Bartal Eidesgaard gull í 100 frí á RIG 2022
Fyrsti veruligi finalupartur var nú seinnapartin á svimjistevnuni á Reykjavík International Games 2022, har føroyskir svimjarar aftur gjørdu vart við seg.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2022/01/41885130182_5cdc7814cf_k.jpg?resize=600%2C400&ssl=1)
Bjarta og Fróði heiðursmerki á RIG 2022
Vit skuldu líka hava tað váttað úr Íslandi – Men tey bæði Bjarta í Lágabø og Fróði Hansen vunnu eisini heiðursmerki í gjár, í kappingini fyri yngri aldursbólkar. Bjarta vann silvur í 50 rygg og bronsu í 50 frí, meðan F´róði vann silvur í 50 bringu. Bjarta svimur fyri Suðuroyar Svimjfelag og Fróði fyri Fuglafjarðar Svimjifelag.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2022/01/bjarta-i-lagabo-rig2022.jpg?resize=464%2C600&ssl=1)
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2022/01/frodi-hansen-rig2022.jpg?resize=464%2C600&ssl=1)
Vár silvur á RIG 2022, nógvir føroyingar víðari til finalur
Reykjavík International 2022 byrjaði nú seinnapartin við innleiðandi riðlum umframt einstøkum finalum, har Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vann silvur í 800 metra frísvimjing, og nógvir føroyskir svimjarar svumu seg víðari til finalur.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2022/01/41885130182_5cdc7814cf_k.jpg?resize=600%2C400&ssl=1)
Føroyskir svimjarar til RIG 2022
Sundsamband Íslands skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuni á Reykjavík International Games 2022, har eisini svimjarar úr trimum føroyskum svimjifeløgum luttaka.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2022/01/41885130182_5cdc7814cf_k.jpg?resize=600%2C400&ssl=1)