Nakrar stemningsmyndir frá fyrstu ferð vit fóru í hylin í Rijeka, áðrenn EM …
Tag: rijeka 2008
Afturlit: Villar kroatiskar dúgvur
Eg eri í ferð við at senda upp nakrar videoir frá EM í Rijeka í desember, til svimjing.blip.tv. Her er eitt dømi – nakrar dúgvur í Rijeka, sum mundu etið Monu … men valdu gummibomm í staðin:
Nú heitir eisini LEN á FINA um fáa betri reglur um ‘superdraktir’
Evropeiska svimjisambandið LEN fundaðist leygardagin um draktirnar, og biður nú offisielt altjóða svimjisambandið FINA um at fáa í lag betri reglur. Serliga ynskja tey betri reglur um hvussu nógvar draktir svimjarin má brúka í senn, um hvørji evni draktirnar kunnu gerast burtur úr, og eina betri sertifisering. Les t.d. SwimNews
Breitt mótmæli ímóti nýggju superdraktunum, frá venjarum á EM
Sum tit kunnu lesa t.d. her í The Independent, so skrivaðu venjarar úr millum øðrum 15 av 17 teimum størstu evropeisku svimjitjóðunum undir mótmæli ímóti nýggju superdraktunum, á EM í Rijeka í síðstu viku. Teir ynskja betri kontrol av hvørjar draktir sum verða loyvdar, og krevja at draktirnar eru á marknaðinum í minst 12 mánaðir, áðrenn tær verða loyvdar á stóru meistarastevnunum.
Continue reading Breitt mótmæli ímóti nýggju superdraktunum, frá venjarum á EM
Adidas annulerar avtaluna við týska svimjisambandið
Sum tit vist nokk frættu í onkrari av hasum frásøgnunum hjá okkum frá Rijeka, so vóru týskarar í beinleiðis kreppu á evropameistarastevnuni, av tí at teir skuldu svimja í draktum frá Adidas, sum teir sjálvir og onnur meta at vera slettis ikki á hædd við draktum frá t.d. Speedo, TYR og Blueseventy. Vit sóu fleiri ferðir at týskir svimjarar valdu púra at lata verða við at brúka drakt, og frættu eisini um at alt landsliðið hevði sagt beinleiðis, at tey vildu ikki svimja á HM í Rom í summar, um tey ikki sloppu at svimja í draktum frá øðrum veitarum.
(50 rygg finalan á EM í Rijeka. Teir báðir uttan drakt eru báðir týskarar)
Og nú hevur Adidas so sambært The International Herald Tribune tikið konsekvens av hesum, við at annulera avtaluna við týska svimjisambandið, beinleiðis “in light of recent events”. Tey í Adidas siga at tey ikki ætla seg burtur úr úrvalssvimjing fyri tað, men spurningurin er um nakar annar vil brúka draktirnar frá teimum. Vit sóu ongan, í Rijeka.
So komu vit heim aftur eisini
‘Festligt’ at skula møta at koyra við buss kl 02:40, og so bíða eftir einum burturmistum hvítarussa í 40 minuttir. Men vit komu so avstað, og túrurin heim gekk næstan eftir bókini. Vóru eitt sindur seinkað úr Kastrup; men tað var nokk líka so gott, tí annars var vandi fyri at vit ikki náddu flogfarið.
So er EM liðugt, fyri okkara viðkomandi
Svimjararnir hjá okkum hava nú ikki meira á skránni her í Rijeka, og niðurstøðan er at tað gekk bara avbera væl. Seks nýggj føroysk met, harav Pál setti fimm í trimum kappingum, og Shaila tók sítt frá Elspu. Fýra donsk juniormet til Pál, og eina bestu juniortíð í heiminum nakrantíð. Har vóru nakrir svipsarir, men flott at øll kláraðu at betra seg í onkrum.
Metini vóru:
- Shaila millum Garðarnar: 26.49 í 50 frí – føroyskt met
- Pál Joensen: 51.82 í 100 frí – føroyskt met
- Pál Joensen: 1:46.61 í 200 frí – føroyskt met og danskt juniormet
- Pál Joensen: 3:42.57 í 400 frí – føroyskt met og danskt juniormet
- Pál Joensen: 7:48.56 í 800 frí – føroyskt met og danskt juniormet
- Pál Joensen: 14:39.99 í 1500 frí – føroyskt met, danskt juniormet, besta juniortíð í heiminum nakrantíð
Amaury Amaury
Fyrsti maður undir 45 sekund. Sjálvur sigur hann um teir 100: “I desperately wanted to break that mythical barrier of 45 seconds – and I did it!’. Metið er nú betrað um við 7 tíggjundapørtum, bara her á stevnuni í Rijeka, av hesum fantastiska manni úr Fraklandi.
Fyri okkum í Føroyum er tað væl eisini ein lítil krúlla uppá søguna um Leveaux, at hann svimur í somu drakt sum Pál. Beiggi venjara hansara er umboðið hjá TYR sum vit tosaðu við í gjár, og sum Bjarnason hevur nógv samband við; og sum tit kanska eisini hava hoyrt í innsløgunum hesar dagar, so er Pál nú bjóðaður til Fraklands at venja saman við Levaux.
Tíðindaskriv frá SSF: Kári og Mona hava svomið leygarmorgun
Leygarmorgun hava vit havt tveir svimjarar í hylinum. Fyrstur var Kári á Høvdanum, ið svam 100 ryggsvimjing. Kári legði út á 0:27,19 og enda kappingina í 0:56,94. Hetta 81 hundraðpartar seinni enn tilmeldingartíðin. Kári gjørdist nr. 32.
Mona Simonsen svam 400 frísvimjing og fekk tíðina 4:29,25, ið er ein betring av tilmeldingartíðini við 1 sekundi og 47 hundraðpartar. Mona endaði á 28. plássið.
Continue reading Tíðindaskriv frá SSF: Kári og Mona hava svomið leygarmorgun
Konstant afturúr, men fantastisk tíð
Eg vóni at fólk hava forstáilsi fyri hví akkurát hendan síðan er so illa dagførd, viðvíkjandi teksti, nú EM er í Rijeka. Eg havi persónliga úr at gera við skaffa okkum videoinnsløg og myndir higani, umframt at røkja ‘Team Leader’ uppgávurnar, og Bartal stríðist eisini við øllum møguligum øðrum átroðkandi har heima. Ætlaði at seta meg nú í morgun, men havi í rokinum í morgun gloymt annan streymkaðalin til telduna, tí hann varð brúktur til at løða fototólið við í nátt. Og hin teldan liggur eisini á hotellinum, sum tað tekur 1-1½ tíma at koma aftur og fram til. Men nú havi eg sett við telduna hjá Bjarnasyni, meðan hann fyrireikar sínar svimjarar til kappingina í morgun, so kanska fái eg eitt sindur upp allíkavæl.