Tag: Roma 2009
Fyrsti túrur í HM hylin í Rom
Eitt lítið videobrot frá í gjár …
Her eru tað Pál og Jón sum leita eftir rætta bana at venja pace …
FINA samtykt at banna superdraktirnar
Tit hava longu sæð tað í viðmerkingum her, og nú kann tað eisini lesast t.d. á SwimmingWorld Magazine: FINA fer at avmarka allar svimjidraktir til ikki at muga ganga niður um knø, og ikki upp um nalvan á monnum. Kvinnur kunnu brúka draktir við stroppum, men so ikki meira. Og draktirnar skulu gerast burtur úr tekstilum, heldur enn heilar burtur úr plastevni.
FINA hevur eisini gjørt ymiskar aðrar reglubroytingar, so sum at tey nú skera út í papp, at hvør svimjigrein skal umfata ein fjórðing av teininum í blandaðari svimjing. Allar einstaklingakappingar skulu vera sundurskildar í menn og kvinnur. Og heimsmet kunnu bara setast í feskum vatni. Broytingar sum skulu tryggja at fólk ikki boyggja tær reglur, sum leingi hava verið kanska bara óskrivaðar.
So eru allar stjørnurnar her
Tað er í øllum førum líka við, nú vit hava sæð Michael Phelps, Aaron Piersol, Ryan Lochte, Peter Vanderkay, Eric Shanteau, Cullen Jones, Tae Hwan Park, Oussama Mellouli, Oleg Lisogor, Alain Bernard, Amaury Leveaux, Alexander Dale Oen, Massimilliano Rosolino, Frederick Bousquet, Britta Steffen, Coralie Balmy, Rebecca Soni, Dara Torres og Therese Alshammar. Tey velta inn, venja øll í senn, og noyðast í somu køir sum vit. Suðurafrikanararnir Schoeman & co búgva hjá Rúna og Jógvan Andriasi, her beint í grannalagnum. Her er ein mynd av ‘group hug’ hjá fraklendingum …
Kári møtti Peirsol
Kári bleiv spurdur av Kringvarpinum í Pulsinum, um hann hevði sæð nakrar av teimum stóru stjørnunum. Hann segði, at í dag sá hann sín stóra hetja, Aaron Peirsol, aftaná venjing.
“…vit lógu síð um síð á massagubriksini. Tað var øgiliga stórt”.
Pulsurin verður endursendur í morgin kl 14.00.
Birita roynir HM hylin í Rom
Phelps trailari fyri HM 2009
FINA og framleiðararnir vilja nú veruliga av við superdraktirnar
Eftir øllum at døma hava 103 svimjitjóðir á aðalfundinum hjá teknisku nevnd hjá FINA í dag einmælt samtykt at skoyta uppí svimjireglu 10.7, at heldur eingin svimjidrakt má hjálpa upp á ferð, flótievni ella úthaldni hjá svimjaranum, umframt at tað skal verða fullkomiliga bannað at brúka tape. Sí SwimNews.com:
Rule SW10.7 now reads:
No swimmer shall be permitted to use or wear any device or swimsuit that may aid his/her speed, buoyancy or endurance during a competition (such as webbed gloves, flippers, fins, etc.). Goggles may be worn. Any kind of tape on the body is not permitted.
Continue reading FINA og framleiðararnir vilja nú veruliga av við superdraktirnar
“Superfish” er í hylinum
Hetta fortaldi Bjarnason mær, nú hann kom her inn í “Foro Italico”, at brúka netið. Har hevði akkurát verið ruðuleiki á kantinum, av tí at sjálvur Michael Phelps ætlaði sær útí. Men stakkalin fekk illa nokk flutt seg, vegna mannamúgvurnar runt um hann. Og tað tápuligasta av tí heila var, at tað vóru hesir italsku hjálpararnir/vaktarnir, sum vóru ringastir at fjeppast.
Easy Comes, Easy Goes
Fór framvið einum risastórum íra, á veg út í hylin nú í áðni. Hann var akkurát í ferð við at skula lata seg í sína flunkrandi nýggju Jaked drakt, sum hann sikkurt hevur fingið fyri einki her niðri undir. Ein spøjs affæra, sum millum annað krevur at tú fert í plastikkposar um føturnar, og eingangshandskar um hendurnar.
Anyways, á veg inn aftur, einar 10-20 minuttir seinni, hevði hann fingið hana upp um mjadnarnar. Eg stúrsaði við, yvirfyri Shailu og Thurid, sum høvdu sitið og teldast beint harvið, at hatta gekk óluksáliga seint. Men tær hildu at tað gekk alt ov skjótt… og rætt høvdu tær, tí har vóru 3 hol í henni, upp eftir beininum, á stødd við eini mandarin.
So hatta vóru 2600 krónur upp á 10-20 minuttir. Gott nokk fyri einki, men allíkavæl.
Eg tordi ikki at taka mynd av honum.
Continue reading Easy Comes, Easy Goes