Foro Italico

HM hylurin í Rom er partur av ítróttarøkinum “Foro Italico“, sum Mussolini lat byggja millum 1928 og 1938, og tá lítillatin navngav “Foro Mussolini”. Har er ein innandura 50 metra hylur í lekrum bombastiskum romverskt/fasistiskum stíli, og so stóra økið uttanfyri, sum er fullkomiliga dekkað av øllum hesum bláu prýðisbannarunum.

DSC_0196

Svimjararnir klárir til heimsmeistarastevnu í Rom

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Týsdagin á middegi kom føroyska svimjilandsliðið til Rom, har heimsmeistarastevnan í svimjing byrjar nú sunnudagin. Fyrstu dagarnir gingu mest við at koma upp á pláss, finna runt og venja, til tey í dag fyri fyrstu ferð kundu royna kappingarhylin á Foro Italico, har sjálv HM stevnan skal vera.

DSC_0225
Continue reading Svimjararnir klárir til heimsmeistarastevnu í Rom

Enn trupulleikar við at fáa drakt til Biritu

Rókur ringdi nú úr Rom og fortaldi, at alt gongur hampuliga væl í Rom. Tó hevur hann ikki fingið fatur í eina drakt til Biritu. Tað eru í løtuni ongar Jaked draktir í hennara stødd, eiheldur støddin sum er størri, sum man síðani kann fáa býtt um. Gravgangurin eftir Jaked draktum er so øgiligur, at køin gongur frá Jaked handlinum gjøgnum nakrar trappur og framvið Speedo handilin.

Hin “trupulleikin”, sum kanska onnur hava sæð, er at tað hevur gingið so sum so við at fáa startlistarnar á netið. Í løtuni eru startlistarnir ikki at finna á roma09.it ella á Omega Live timing. Men tey hava fingið avrit av listunum í Rom.
Continue reading Enn trupulleikar við at fáa drakt til Biritu

Phelps fær frið í Riccioni

Tað amerikanska liðið venur í býnum Riccioni stutt undan HM. Riccioni liggur á eysturstrondini væl norðanfyri Rom. Hetta er kanska orsøkin til, at Michael Phelps fær frið frá fjepparum og journalistum. Fyribils hava bara nøkur fá spurt hann um autograf o.t. Venjarin Mark Schubert sigur, at tey hava roynt at akklimatisera seg tær seinastu fýra dagarnar. Phelps venur sum hann plagar. Tey hava etið góðar pitsur í Riccioni, men Phelps etur í løtuni ikki 10.000 kaloriur, sum hann gjørdi undan OL í 2008. (Kelda: Associated Press/Google).

Tvey SMS boð úr Rom

Rókur hevur sent mær tvey sms-boð úr Rom í dag.

Kl 11.25: “So eru Hestoy og eg í Rom. 30 gradir og vaksandi uttanfyri. Hini koma beinleiðis úr Tallin um 40 minuttir”

Kl 12.24: “So eru hini lend. Tey koma umvegis Riga, úr Tallinn. Her eru fólk ímóti okkum sum finna okkum á listum og alt, so alt virkar rættiliga skipað”.

Hackett væntar at 1500 og 800 metra heimsmetini rúka í Rom

Maðurin við heimsmetinum í 800 og 1500 frí, Grant Hackett, væntar sambært SwimNews.com at øll langteinaheimsmetini hjá honum og Thorpe rúka í Rom, frá 400 til 1500 frí, umframt tað fjórða heimsmetið sum ikki er sett í ‘superdrakt’, hjá Inge de Bruijn í 100 firvald. “The question will be who, or what, deserves the recognition: swimmer or swimsuit? In times past when someone broke a record, everyone stood up around the world and applauded. These days, no-one blinks an eyelid and it really is soul destroying for the sport” . Les SwimNews.com