Eurosport sendir beinleiðis frá HM í Rom. Micha Østergaard skrivar á sínum bloggi, at TV2 sendir eisini frá HM.
Tag: Roma 2009
Danskir svimjarar droppa TYR draktir
Nógvir danskir svimjarar velja TYR draktir frá undan HM í Rom, sum byrjar komandi sunnudag. Danski landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer sigur við Ritzau:
“Det har ikke været muligt for TYR at give os en dragt, der er sammenlignelig med de hurtigste på markedet, så alle svømmerne har fået tilladelse til at benytte, den dragt, de ønsker. Det har hovedparten valgt at gøre”
Continue reading Danskir svimjarar droppa TYR draktir
Nú nærkast Rom av álvara
Heimsmeistarastevnan í Rom er byrjað, og til ber tí nú at fylgja við kappingum á vippu og í synkronsvimjing á til dømis Eurosport, umframt at tey í morgin fara at svimja á havinum. Italiumenn hava eitt myndasavn á www.roma2009.com, har man til dømis kann síggja at tey brúka nýggju skamlarnar við track-stúttu, umframt eina rúgvu av øðrum flottum myndum av umstøðunum. Annars vísir FINA á hesa almennu heimasíðuna, har startlistarnir fara at kunna síggjast her, umframt at italsku fyrireikararnir hava hesa.
Sullivan og Stoeckel melda avboð til HM
Avstralsku OL heiðursmerkjavinnararnir Eamon Sullivan og Hayden Stoeckel melda nú avboð frá heimsmeistarastevnuni í Rom, Sullivan tí at hann stríðist við sjúku, og Stoeckel vegna akslaskaða. Sullivan vann silvur í 100 frí í Beijing, og bronsu í 100 frí á HM í Melbourne í 2007, meðan Stoeckel vann bronsu í 100 rygg í Beijing. Les SwimInfo.com
Amaury Leveaux umhugsar boycott av Rom
Hann er ikki í iva um at tað verður ein svimjari í Jaked J01 sum vinnur 50 frí, og síðani hann sjálvur er bundin at TYR, so ivast hann enntá í um hann yvirhøvur nær finaluna. “I’d rather take a holiday”, sigur Levaux við L’Equipe, og skoytir seinni uppí “…from Jan 1, we’ll see who’s really the best”. Leveaux hevur fingið bjóðað at bara svimja í J01, men hann ivast: “”..perhaps I could go faster, I don’t know. At the same time, I’m a little afraid. Suppose I do go fast, what happens come January 1? If that happens, I go from super fast to super bad.” Les SwimNews.com
(Leveaux á EM í Rijeka)
Continue reading Amaury Leveaux umhugsar boycott av Rom
Ivasamt um Magnini luttekur í Rom
Tvífaldi heimsmeistarin í 100 frí kláraði á italsku úttøkustevnuni ikki at kvalifisera seg til finaluna í 200 frí, og kláraði bara eina lutfalsliga veika 49.01 splitt-tíð í 4×100 frí, áðrenn hann trekti seg heilt frá stevnuni. Eftir øllum at døma hevur hann følt seg, tær seinastu tríggjar vikurnar, og verður tí eftirkannaður av læknum nú, til at síggja hvat sum bagir. Les SwimNews.com
Har verða tvey “call rooms” í Rom
FINA hevur haft pressufund í Lausanne í dag, har tey m.a. greiddu frá nýggju mannagongdini at kanna, merkja og eftirkanna allar draktir, sum svimjarar ætla sær í á heimsmeistarastevnuna í Rom. Sambært SwimNews.com verður mannagongdin, at allar draktir skulu latast inn umleið tríggjar dagar áðrenn stevnan byrjar, at kannast og merkjast av Jan-Anders Manson & co.
Continue reading Har verða tvey “call rooms” í Rom
Italskur dómstólur lagt hald á HM hylin?
Hetta veit scaq.blogspot.com at siga, í sambandi við okkurt sakarmál um at hylurin ikki livir upp til onkra byggiætlan fyri økið. Tey hava leinki til onkra italska grein, men tað dugi eg so slettis ikki at gjøgnumskoða 🙂
HM fær ikki nýggjar skamlar, men video til dómararnar
Hetta eru fyrstu tíðindini úr Dubai, har FINA stjórnin fundast í hesum døgum. Ein nýggj skipan við undirvatns-videotólum verður sett upp á heimsmeistarastevnuni í Rom, sum dómararnir so kunnu brúka til at eftirmeta møgulig ivamál. Hin vegin verða nýggju ‘trackstart-skamlarnir’ ikki tøkir, við tað at ov fáir svimjarar hava havt møguleika at venja seg við teir. Les swimnews.com
Roma 2009 – Hold Your Breath
Her áðrenn jólagásina, er kanska snilt líka at minnast til hvat sum (millum annað) bíðar í summar 🙂