Fjølmiðlar skriva um svimjing og superdraktir

Sports Illustratedskrivar um “Fimm ting vit lærdu av HM í Rom “, har tað fremsta er at “tað má hava verið draktirnar”. The Wall Street Journal heldur at serliga foreldur eiga at fegnast, nú dýru superdraktirnar forsvinna. USA Today skrivar um hvussu svimjingin hevur fingið spaltupláss sum ítrótturin annars bara fær tá ið OL er, vegna rokið runt superdraktirnar, og ‘trash talk’ millum svimjarar. Og Plastics News hevur eina útgreinaða lýsing av hvørji krøv FINA setur til nýggju draktirnar, um at tær skulu vevast og bindast, og til dømis ikki mugu hava roðslulíknandi løg.

Rogan útblakaður úr náttklubba í Ostia

Eftir øllum at døma hevði eysturríkski ryggsvimjarin dansað so dýrandi fullur á einum borði, á náttklubba nær Rom, við brotnari fløsku í hondini. Hann bleiv blakaður út, men royndi so sambært útblakarunum at troðka seg inn aftur, sum gjørdi at teir mátti vera eitt sindur harðligir við hann. Sjálvur sigur hann at 4 útblakarar løgdu á hann uttan orsøk. Og í øllum førum endaði hann á sjúkrahúsi, við skrammum í andlitinum, skøddum fóti, og sikkurt við dundrandi timburmonnum eisini. Les USA Today, The Globe and Mail og The Austrian Times.


Continue reading Rogan útblakaður úr náttklubba í Ostia

4 heimsmet á áttanda degi av HM í Rom

Bretski Liam Tancock betraði um sítt heimsmet á 24.08 frá hálvfinaluni í 50 rygg, við tíðini 24.04. Russiska Yuliya Efimova setti heimsmet í 50 bringu við tíðini 30.09, har heimsmetið hjá Amanda Reason frá kanadisku meistarastevnuni var 30.23. Týska Britta Steffen vann 50 frí við nýggjum heimsmeti 23.73, har Marleen Veldhuis á hálendsku meistarastevnuni í apríl svam 23.96. Og USA setti nýtt heimsmet í 4×100 blandað stafettini hjá monnum, tá ið teir fýra Aaron Piesol, Eric Shanteau, Michael Phelps og David Walters svumu teinin í tíðini 3:27.28, har metið hjá amerikumonnum frá OL í Beijing var 3:29.34. Týskarar, avstraliumenn, brasiliumenn og fraklendingar svumu eisini undir gamlað heimsmetið, men tó 1½ sekund spakuligari enn USA.

DSC_2687

Harvið vórðu tilsamans 43 heimsmet sett á HM í Rom.

Varaforseti hjá FINA doyði í Rom

Ein av varaforsetunum hjá FINA doyði náttina til áttanda og síðsta kappingardag á HM í Rom, meðan hann svav á sínum hotellkamari. Japanski Hironoshin Furuhashi, kendur av FINA familjuni sum “Furu-San”, setti í 40-unum fleiri ferðir heimsmet í 1500 frí, og var ein av høvuðsfyriskiparunum av OL í Tokyo í 1964. Les á fina.org.