5 heimsmet, annan dag í Rom

Brenton Rickard úr Avstralia setti nýtt heimsmet í 100 bringu, við tíðini 58.58, har heimsmetið hjá Kosuke Kitajima var 58.91. Franski Hugues Duboscq var eisini undir heimsmetið hjá Kitajima, við 58.64. Sarah Sjostrøm úr Svøríki setti nýtt heimsmet í 100 firvald við tíðini 56.05, har heimsmetið hjá henni frá í gjár var 56.44. Jessicah Schipper svam eisini undir ‘gamla’ heimsmetið, við tíðini 56.23. Rebecca Soni úr USA setti heimsmet í 100 bringu, við tíðini 1:04.87 har metið hjá ‘Lethal’ Leisel Jones var 1:05.09. Russiska Anastasia Zueva setti heimsmet í hálvfinaluni í 100 rygg, við tíðini 58.48 har heimsmetið hjá Kirsty Coventry var 58.77. Og í 200 blandað betraði Ariana Kukors úr USA um sítt heimsmet frá í gjár, frá 2:07.03 til 2:06.15.

DSC_0735

Birita 1:10.30 í 100 rygg

Birita Debes setti føroyskt juniormet og betraði seg yvir 3 sekund í 100 rygg, nú hon svam teinin í tíðini 1:10.30, á heimsmeistarastevnuni í Rom. Fyri meg sum venjara sá tað út sum um at hon ikki gav seg fult út, kanska vegna nervar og ósikkurheit um at svimja á langgeil. Men produsarin hjá italska sjónvarpinum helt tó so mikið um hennara undirvatnsfasu, at vit fingu nakrar fantastiskar sjónvarpsmyndir her á skíggjanum. Føroyska metið eigur Elspa Mørkøre, á 1:06.75, sum hon svam á EJM í Antwerpen, og Birita eigur so juniormetið á 1:13.76, frá Reykjavík International í januar. Birita hevur fyrst aldur til EJM næsta ár, og kann tá luttaka í tvey ár, áðrenn hon er ov gomul til juniorsvimjing.

DSC_0496

Draktin hjá Biritu bíðar til í morgin

DSC_0235Birita slapp gott nokk í sína Jaked í gjárkvøldið, við hjálp frá pápa sínum, og lá so í henni í ein hálvan tíma, til tað var tíð at fara í song. Men í morgin er tað stadigvekk so hart at koma í hana, nú við sárum á hondunum, at hon velur heldur at svimja í sína Speedo LZR Racer. Ikki tí, tað er eisini ein góð drakt.