Startlistarnir eru at finna á Omega Live Timing. ‘Live’ síðan her á www.svimjing.com/live er eisini við at vera komin upp á pláss, til video av kantinum, vísing av ‘live’ úrslitum, og upplisting av øllum føroyskum tilmeldingum og tilhoyrandi úrslitum.
Tag: Roma 2009
Birita millum tey fyrstu í Jaked køini
Men nei, tey høvdu hvørki stødd 20 ella 22 í dag. Royn aftur í morgin árini kl 08:00, vóru boðini … og tað gera vit so :-/
Bonkurin er (aftur) vekk
Tað er líka mikið hvussu vit merkja massagubonkin, so er hann vekk dagin eftir …
Hylurin hjá Mussolini
Hon er øll úr marmor …
Sjálvt botnurin …
Hugleiðingar meðan vit bíða eftir Jaked
Klokkan er nú hálvgum níggju her í Rom, og eg telji eini 25 fólk í køini til Jaked draktirnar. Tey lata fyrst upp klokkan 10, men her sótu eini 8 fólk longu tá ið Birita kom framvið klokkan kvart í 8, og tað var tí sikkurt líka so gott at fara í køina beinanvegin. Birita er í hylinum og venur einar 1000 metrar, og eg havi so tikið hennara kort við her í køina. Vit satsa uppá at hon kann sleppa higar út uttan sína akkreditatión, um hon er í fylgi við onkrum av hinum føroyingunum.
Í kø eftir Jaked drakt
Morgunvenjing nr 2 í Rom
Netið er so sum so
Eldur í
Hetta var vist nokk onkur ásettur eldur …