Litaviska Ruta Meilutyte setti fyri løtu síðani nýtt heimsmet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hon á World Cup stevnuni í Moskva svam teinin uppá 1:02.36, har heimsmetið hjá amerikansku Rebeccu Soni frá Duel in the Pool stevnuni millum Evropa og USA afturi í desember 2009 var 1:02.70. Sostatt ein ófør betring av metinum sum hevur staðið síðani superdraktirnar tá afturi í 2009, og ein staðfesting av størstu hóttanini hjá heimabanafavorittinum Rikke Møller Pedersen tá ið EM verður í Herning nú um tveir mánaðir.
Tag: Ruta Meilutyte
Ruta Meilutyte 1:04.35 og heimsmet í 100 bringu
Stóra søgan á HM í Barcelona í kvøld var tá ið 16 ára gamla Ruta Meilutyte úr Litava í hálvfinaluni í 100 metra bringusvimjing setti nýtt heimsmet, við at svimja teinin uppá 1.04.35. Ikki tí, hon er olympiskur meistari frá London 2012, har hon setti evropamet 1:05.21, og setti eisini ‘tekstil-heimsmet’ í innleiðandi riðlunum nú á HM í Barcelona, so tað vóru tey sum væntaðu (og vænta) okkurt stórt. Amerikanska Jessica Hardy átti heimsmetið á 1:04.45, frá US Open í 2009. Danska Rikke Møller Pedersen svam triðbestu tíð 1:05.99, sum er nýtt danskt og norðurlendskt met, og russiska Yuliya Efimova lá so millum tær báðar við 1:05.29. Finalan er í morgin.