Ryk Neethling roynir seg sum vínbóndi

Suðurafrikanski svimjarin Ryk Neethling byrjaði herfyri sum vínmakari á eksklusiva “Val de Vie Wine and Polo Estate“, har hann eisini er partaeigari. Í dag skrivar hann á Twitter, at hansara vín verður lanserað í kvøld, og at tað longu er á vínseðlinum í 26 matstovum. Neethling vann m.a. gull í 4×100 frí á OL í Athen í 2004, og 3 HM-gull í Shanghai í 2006.