Tað var sirka tann størsta ‘sensatiónin’ á evsta degi av Santa Clara International Grand Prix, at Michael Phelps fyrst tapti ímóti kanadiska Brent Hayden í 100 frí, við 48.87 har Hayden svam 48.44, og síðani ímóti landsmanninum Ryan Lochte í 100 rygg, við 54.31 ímóti 54.15. Craig Lord á SwimNews kallar annars teir 2:06.99 hjá simbabvisku Kirsty Coventry fyri “the performance of the meet”, so hitt er nokk mest tí at Phelps er so stórt eitt navn
Tag: Santa Clara International Grand Prix
Phelps 3:48.05 í 400 frí
Craig Lord er imponeraður av hesi tíð, og nú byrjar tí ein áhugaverd mynd at tekna seg, har Pál Joensen er mitt í rokanum av 400 metra tíðum hjá teimum bestu. Ella í øllum førum nóg nær til at hann er ‘við’
- DM í apríl: Mads Glæsner 3:46.28, Pál Joensen 3:48.57
- Janet Evans Invitational í mai: Oussama Mellouli 3:47.15, Tae Hwan Park 3:52.54
- Mare Nostrum í juni: Nikita Lobintsev 3:44.97, Yuri Prilukov 3:51.43
- Santa Clara Meet í juni: Michael Phelps 3:48.05, Ryan Cochrane 3:48.40, Robert Hurley 3:48.49