Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Úrslitini frá svimjingini á oyggjaleikum í Gotlandi vísa týðiliga framgongd aftaná ættarliðskiftið á Jersey í 2015 og sum heild liggur svimjingin í einum aldutoppi, ið byrjaði á Rhodos í 2007. Til samans hava svimjarnir fingið 76 gull-, 49 silvur- og 49 bronsuheiðursmerki tey seinastu 10 árini. Her skal minnast til, at føroysku svimjarnir luttóku ikki á Bermuda í 2013. Taka vit øll gullheiðursmerkini í svimjing hjá føroyingum síðan 1985 so er talið 101.

Continue reading Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Sára 4:22.79 og nýtt føroyskt met og juniormet í 400 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra frísvimjing, tá ið hon á EJM 2016 í Hódmezővásárhely í Ungarn svam teinin uppá 4:22.79. Hon átti sjálv metini á 4:24.20 frá SuSvim í januar mánaða.

Tíðin hjá Sáru rakk til eitt 28. pláss av teimum 74 luttakandi, ella eitt 9. pláss um vit hyggja at bara teimum sum eru árgang 2001 ella yngri. Hyggja vit at norðurlondum, so var Sára næstskjótast, 58 hundraðpartar aftanfyri Katrine Bukh Villesen úr Danmark á 4:22.79.

Sára 4:59.73 og nýtt føroyskt met og juniormet í 400 blandað

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Hódmezővásárhely í Ungarn svam teinin uppá 4:59.73. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 5:00.47, frá Reykjavík International Games í januar mánaða, og er sostatt eisini fyrsta føroyska kvinna undir 5 minuttir í 400 blandað.

Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Nú eru úrslitini frá Jersey tald við í yvirlitinum av søguligum oyggjaleikasvimjarum. Ovast er Pál Joensen við 21 gull, 9 silvur og 3 bronsur. Gevi gætur at liðkappingarnar eru ikki taldar við. Nýggj í topp 10 er Sára R Nysted úr Susvim. Hon er komin beinleiðis inn sum nr 4 við 4 gull og 2 bronsur eftir Pál, Høgna T Hansen og Elspa Mørkøre. Sára hevur samstundis sett met sum mest vinnandi debutantur. Gamla metið átti Pál Joensen, tá hann, sum oyggjaleikadebutantur, vann 3 einstaklinga gull á Rhodos í 2007.


Astrið, Ásbjørg, Signhild og Sára
Continue reading Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Video frá úttøkustevnuni í dag

Her eru nakrir riðlar frá SMS úttøkustevnuni til oyggjaleikir og Baku, sum Havnar svimjifelag skipar fyri hetta vikuskiftið. Fleiri svimjarir svumu undir kravtíð millum annað Óli Mortensen og Marius Ihlen Gardshodn úr HS í 400 frí hjá monnum (riðil 3, geil 4); Astrið Foldarskarð (HS), Jonna Bjartalíð Thomsen (Ægir) og Lív Eidesgaard (HS) í 50 firvald (riðil 4, geil 3, 4 og 2); Alvi Hjelm (Ægir) og Bartal Hestoy (HS) í 200 blandað (riðil 1, geil 4 og 3) og Sára R. Nysted úr Susvim í 200 blandað (riðil 2, geil 3).

Tíðin hjá Sáru R. Nysted í 200 blandað var 2:19.78, sum sær út til at vera nýtt føroyskt met og junior met. Tó, úrslitini her skulu takast við fyrivarni tí tey eru ikki váttaði. Gamla metið hjá Poulu Ø. Mohr frá NM 2012 var 2:20.21.

Listin yvir søguligum FM-vinnarum er dagførdur

Nú eru úrslitini frá 2014 tald við á listanum yvir søguligum FM-vinnarum í einstaklingakappingum. Pál hevur styrkt oddasessin munandi. Høgni Simonsen (Susvim), ársins svimjari Emma Festirstein Nystrøm (HS) og ársins stjørnuskot Sára R Nysted (Susvim) hava haft størstu framgongd á listanum síðan FM í fjør. Havast skal í huga at listin er rættiliga ófullfíggjaður. Enn mangla úrslit frá FM 2003, 2001-1998, 1996-1994 og 1991-1974.


Continue reading Listin yvir søguligum FM-vinnarum er dagførdur