Alvi Hjelm royndi seg sum kunnugt í eisini 200 og 400 metra blandaðari svimjing, nú á Sette Colli stevnuni í Rom í vikuskiftinum, og svam har 4:42.60 í 400 blandað leygardagin, og 2:10.99 í 200 blandað sunnudagin. Bestu tíðir hjá honum eru ávikavíst 4:31.50 og 2:08.41 í hesum greinum í ár.
Tag: Sette Colli 2018
Alvi 4:08.73 í 400 frí á Sette Colli 2018
Alvi Hjelm royndi seg í dag á Sette Colli stevnuni í Rom, og varð har nr 35 av 36 luttakandi í 400 metra frísvimjing. Tíðin 4:08.73 er hin næstskjótasta hjá Alva í ár, í mun til 4.07.82 á Stockholm Swim Open í apríl mánaða.
Alvi til Sette Colli 2018
Alvi Hjelm fór í morgun til Rom í Italia, har hann næstu tríggjar dagarnar skal royna seg á stóru altjóða svimjistevnuni Settecolli 2018.