Á myndini niðanfyri síggja vit, hvussu nógv tøk finalistarnir í 800 frí tóku per bana longd.
Continue reading Tøk frá 800 finaluni í Shanghai
Tag: shanghai 2011
Tøk frá 1500 finaluni í Shanghai
Á myndini niðanfyri síggja vit hvussu nógv tøk svimjarnir tóku per longd í finaluni. Bert tøk, har armurin fer yvir vatn, eru tald.
Vit síggja at hædd (og harav armlongd) og tal av tøkum hanga saman. Kis og Cochrane víðkja eitt sindur frá. Cochrane tekur lutfalsliga nógv tøk fyri at vera 193 cm, meðan “lítli” Kis tekur lutfalsliga fá. Kanska vinnur Kis nógv við beinspark?
Continue reading Tøk frá 1500 finaluni í Shanghai
Heiðra Páli á Kongabrúnni
Tíðindaskriv – 8. august 2011
Mikudagin 10. august 2011, kl. 14.30 verður almenn móttøka fyri Pál Joensen. Svimjarin verður heiðraður fyri sítt megnaravrik á heimsmeistarastevnu í Shanghai. Móttøkan verður í hølinum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum á Kongabrúnni.
Hackett: synd at Avstralia misti heimsmetið í 1500
Grant Hackett sigur seg ikki verða skuffaður um at missa heimsmetið í 1500 frí, men heldur at tað er synd, at Avstralia hevur mist heimsmetið, sum hann og landsmaðurin Kieren Perkins hava haft í 19 ár. Haraftrat heldur hann, at tað er keðiligt, at heimsmetið bleiv tikið við bara einum hálvum sekundi:
“It’s almost annoying that it was such a small margin. Hopefully another Australian can come up over time to get it back for us.”
Kelda: Eurosport
USA er enn klárt á odda í HM
USA er komið væl aftur aftaná superdraktirnar í 2009, meðan Avstralia fær færri og færri heiðursmerkir.
Á talvuni niðurundir sæst hvat land bleiv nr 1, 2 osv í HM á langbana í árini 2001 til 2011. Til ber at sortera við at trýsta á árstalið ovast.
Continue reading USA er enn klárt á odda í HM
Tórur hitaði upp til 1500 frí
Tað var sum um at sjálvur Tórur hitaði upp til HM-finaluna í 1500 frí, tá ið tað brast á at regna og tora meðan vit koyrdu til stadion. Ein túrur sum vanliga tók umleið hálvan tíma, ið byrjaði við tekin um regn tá ið Cora kom dragsandi við regnskjólum, og sum endaði við at taka langa tíð, tí at bussarnir máttu koyra ein og ein inn um garagudyrnar, til at vit ikki skuldu fáa karm.
Argentini ógvast um menningina hjá Páli
Argentinski Jorge Emilio Aguado listar her á bloggu síni upp menningina hjá Páli, frá tá ið hann í 2007 luttók á HM í Melbourne, til hann nú í Shanghai í 2011 varð nummar 5 og 4 í 800 og 1500 frí. Ein øgilig menning, ið við einum sindri av týðing og umskriving sær soleiðis út
- 2007: Luttók í 50 til 800 frí á HM í Melbourne, uttan at koma víðari frá innleiðandi
- 2008: Trífaldur evropeiskur juniormeistari á EJM í Beograd
- 2009: Kom ikki úr riðlunum á HM í Rom, men svam øgiligt í 1500 á World Cup í Moskva, Stockholm og Berlin
- 2010: Evropeiskt silvur á EM í Budapest
- 2011: Fimta pláss í 800 frí og fjórða pláss í 1500 frí á HM í Shanghai
‘Sí menning’ eru endaorðini hjá argentinaranum sum so vítt eg dugi at síggja ’tilfeldigvís’ er varaforseti í argentinska svimjisambandinum, ritstjóri á FEN On Line, og so hevur hesa persónligu bloggu. Hann hevur rætt 🙂
A Speedo Goodbye from Shanghai
Keri-Anne Payne sigur her í videoini, at hennara mál var ikki at vinna í Shanghai, men at gerast millum 10 tær skjótastu í 10 km havsvimjingini, sum har merkir kvalifikatón til OL í London í 2012. “To get that top 10 was just absolutely amazing, but then it is such a bonus to come home with a gold medal”.
Video frá HM-finalunum í 800 og 1500 frí
Her eru tvær fyri okkum ógvuliga viðkomandi videoir, av finalunum hjá harrum í 800 og 1500 metra frísvimjing á HM í Shanghai. Tað eru norðmenn sum filma, sum liður í teirra analysuarbeiði á HM, og har liggja nógv fleiri videoir á www.youtube.com/user/svommeforbundet
Finalan í 800 frí:
Finalan í 1500 frí:
Pál fjórðbesti í heiminum
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Við tíðini 14.46.33 knústi Pál norðurlendska metið við meira enn 10 sekundum í 1500 frísvimjing, seinasta finalukvøldið til 14nda Fina Heimsmeistarastevnuna í Shanghai, Kina. Pál gjørdist nummar fýra 7 tíggjundapartar eftir Gergo Kis úr Ungarn, ið enn einaferð kom framum við einum sterkum endaspurti.
Pál lá á einum tryggum triðjaplássið fram til 1300 metrar har hann og Gergo Kis lógu javnur, og endaði Pál so á einum fjórðaplássið 67 hundraðpartar eftir Gergo Kis.