Bragdið hjá Pál vekir ans. Politiken.dk skrivar rósandi orð:
“Færøske Pál strålede bag en verdensrekord
Pál Joensen på kurs mod at fuldende sensationen…“
Bragdið hjá Pál vekir ans. Politiken.dk skrivar rósandi orð:
“Færøske Pál strålede bag en verdensrekord
Pál Joensen på kurs mod at fuldende sensationen…“
Pál Joensen og Jón Bjarnason skrivaðu enn eina ferð søgu í dag við einum fantastiskum fjórða plássi í heimsmeistarafinaluni í 1500 frí. Tíðin hjá Páli var 14:46.33, ið er nýtt føroyskt og norðurlenskt met. Metið hjá Páli í innleiðandi riðlinum í gjár var 14:56.66. Tá hevði hann 6. bestu tíð av finalistunum, men fleiri av finalistunum megnaðu ikki at halda støðið sum Pál.
Continue reading Fantastiskt fjórða pláss til Pál við nýggjum norðurlendskum meti
Foreldrini hjá Coru fortaldu henni at tey høvdu lisið um Pál í avísini í morgun, og hon skundaði sær tí út at keypa okkum eina. Yvirskriftin er soleiðis sum hon umsetti tað fyri mær “One athlete, big dream”, og hetta er tað sum tey skriva um ítrótt í dag. Kudos Kina, at koyra mynd av Páli út, á degnum tá tykkara egni Sun Yang kanska fer eftir heimsmetinum ! 🙂
Við fullari ferð 435 m uppeftir uppá 1 minutt.
..og so niður aftur….
Continue reading Upp og niður við elevatori
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen svam seg í finaluna í 1500 frí leygarmorgunin í Shanghai. Klokkan 3:30 føroyska tíð leygarmorgunin byrjaði seinasta avbjóðingin hjá Pál Joensen. Úrslitið gjørdist eitt sættapláss í finaluni og 15 sekundir undir kravtíðini til Olympiski leikir 2012, eins og hetta var ein betring av norðurlendska metinum, ið Pál setti til EM í Budapest seinasta ár.
Continue reading Undir OL-Kravtíð, norðurlendskt met og sætta pláss í finaluni
Pál bleiv nr 4 í øðrum riðli av 4. Hóast hetta kom Pál við í finaluna við 6. bestu tíð. Hann betraði um sítt egna norðurlendska met, ið var 15:56.90, sum nú er 14.56.66.
Í nátt fer Pál Joensen at svimja 1500 frí innleiðandi í Shanghai. Væntandi fer Pál eftir at svimja eina góða tíð, sum lúkar kravtíðina til OL 2012. Eisini eru vónir um at hann klárar at svimja seg til finalupláss sunnudagin.
Merkið sá bara gott út í dag, sum tað veittraði í skóginum av fløggum í Shanghai