Politiken: Færøske Pál åbner VM med en sensation

Meðan teir føroysku miðlarnir snork-sova uppá tíðindi sum “Valur kiksaði á Hafnafirði” og “Kristian Gosvig á odda” og hava fullkomuliga gloymt okkara hetju í Shanghai, hava útlendsku miðlarnir fylgt væl við Páli.

Politiken hevur mann á staðnum ið skrivar:

Færøske Pál åbner VM med en sensation

At en EM-sølvvinder kvalificerer sig til en VM-finale kan vel knapt kaldes en sensation, men i Pál Joensens tilfælde vækker det opsigt, hver gang han overgår sig selv…
Continue reading Politiken: Færøske Pál åbner VM med en sensation

Pál víðari í 800 frí finalu við nýggjum norðurlenskum meti

Pál Joensen knústi fyri løtu síðani norðurlenska metið, tá hann í 5. innleiðandi riðlið svam seg í finaluna í 800 frí við næstbestu tíð. Nýggja metið hjá Páli er 7:45.55. Mads Glæsner átti gamla metið, 7:52.18, ið var sett við superdrakt í HM 2009 í Rom.

Pál og hinir svimjarnir í riðlið 5 høvdu tann vansan, at tveir góðir riðlar skuldu svimjast aftaná, ið høvdu tann fyrimunin at kenna tíðirnar hjá Páli og co. Taktikkurin hjá Joensen sá út til at vera einfaldur. Herja á beinanvegin. Jun Dai úr Kina vendi fyrst aftaná 50 m við Pál sum nr 2. Hereftir tók Pál yvir og førdi allan vegin heim. Eina løtu hevði hann yvir eitt sekund til nr 2, tað vil siga hann var leysur av feltinum.
Continue reading Pál víðari í 800 frí finalu við nýggjum norðurlenskum meti

Pál svimur 800 frí í nátt

Í nátt ella tíðliga í morgin áðrenn føroysk tíð fer Pál at svimja 800 frí innleiðandi í 5. riðlið av 7. Kappingarnar byrja kl 2.00 men 800 frí er síðst í kappingini aftaná 7 riðlar av 50 bringu menn (Dale Oen etc), 5 riðlar við 200 firvald hjá monnum (m.a. Phelps) og 7 riðlar við 200 frí kvinnur (Pellegrini etc). Eitt ógvuliga leyst boð um nær Pál svimur er klokkan 4.

Náttarravnar kunna leita inn á svimjing.com/live har eg royni at finna okkurt live-tilfar.
Continue reading Pál svimur 800 frí í nátt

Tað gekk ikki sum ætla hjá Glæsner í 200 frí

Simma.nu skrivar, at úrslitið hjá Mads Glæsner í 200 frí var skuffandi, og at hann vónandi kemur aftur í 800 og 1500 frí. Tíðin hjá Mads í 200 frí, 1:49.59, er tann skjótasta tíðin hjá honum uttan superdrakt, ið er skráðsett á swimrankings.net. Tíðin í 400 frí, 3:48.41, er eisini persónligt met uttan superdrakt.

Continue reading Tað gekk ikki sum ætla hjá Glæsner í 200 frí

Djúpt rørdur Alexander Dale Oen setti bestu tíð í hálvfinalu

Djúpt rørdur Alexander Dale Oen setti bestu tíð í hálvfinaluni í 100 bringu. Tíðin var 59.37. Alexander vísti samkenslu við at peika á norska flaggið á húgvuna hjá sær í innleiðandi riðlinum og á bringukrossin undir hálvfinaluna.


[tónleikurin er “Åses død” hjá Edvard Grieg]

Í samrøðuna við NRK aftaná segði hann:
Continue reading Djúpt rørdur Alexander Dale Oen setti bestu tíð í hálvfinalu

Startlistarnir til HM eru nú klárir

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú frígivið startlistarnar til HM í Shanghai, at síggja t.d. her á omegatiming.com (við riðlabýti). Pál liggur enn sum nr 9 í 800 frí og nr 6 í 1500 frí, sum á fyribilslistunum ið vit fingu her í Shanghai, ið merkir at hann skal svimja í triðsíðsta riðli um morgunin týsdag og leygardag. Í 800 vera toppsvimjarar runt hann t.d. Ryan Cochrane úr Kanada, Jun Dai úr Kuna og Gergely Gyurta úr Ungarn, meðan teir í 1500 eru t.d. Gergo Kis úr Ungarn, Peter Vanderkaay úr USA og Christian Kubusch úr Týsklandi.

DSC05607

Nakrir favorittar í 1500 svimja 400 frí í morgin

Í morgin fara nakrir av favorittunum í 1500 frí at svimja 400 frí. Spurningurin er, um vit kunna meta formin hjá teimum út frá tíðinum í 400 frí. Á scatter-plott grafinum niður undir havi eg savnað tey bestu úrslitini í 400 frí frá stevnum, har teir eisini hava svomið 1500 frí.

Continue reading Nakrir favorittar í 1500 svimja 400 frí í morgin