Favorittarnir í 800 og 1500 frí

So vítt eg dugi at síggja eru eingir startlistar komnir fyri kappingarnar í Shanghai. Men tað finst eitt yvirlit av svimjarum, har tað stendur, hvørjar kappingar teir luttaka í. Eg havi funnið nakrar av teimum, vit kunna væntað fara at kappast við Páli í 800 og 1500 frí. Enn eru svimjarir úr Fraklandi, Avstralia og USA ikki at finna á heimasíðuna fina2011.xintv.com.

Tað ber til at sortera í tilmeldingar tíðunum við at trýsta á ovasta rað
Continue reading Favorittarnir í 800 og 1500 frí

Oriental Sport Center

Spildurnýggja svimjistation í Shanghai, Oriental Sport Center, hevur tríggjar kappingarhyljar. Ein innandura við pláss fyri 18.000 áskoðarum, ið er tann fyrsti bygningurin í videobrotinum. Síðani síggja vit ein annan innandura við pláss fyri 5.000 og aftaná ein líknandi uttandura við pláss fyri 5.000. Síðst í brotinum eru vit komin 360 gradir og síggja høvuðshylin aftur. Bygningarnir kosta 2 mia. yuan ella 1.6 mia krónur. Les meira á wikipedia.org.

Donsku kvinnurnar fara eftir OL plássi í 4×100 frí

Donsku kvinnurnar fara sunnudagin eftir einum OL plássi í 4×100 frí. Landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer metur at tær hava ein møguleika at verða millum 12 tey skjótastu liðini, ið undir HM gevur atgongd til OL 2012. Liðið verður mannað av Lotte Friis, Jeanette Ottesen, Pernille Blume (16 ár) og Mie Ø Nielsen (14 ár). Jeanette Ottesen skal haraftrat luttaka í 100 firvald sunnudagin, ið er hennara OL vón sum einstaklingur, meðan Lotte Friis luttekur í 400 frí. Ikki kann sigast annað enn nógv stendur uppá spæl hjá donsku kvinnunum fyrsta dagin í hylinum.
Continue reading Donsku kvinnurnar fara eftir OL plássi í 4×100 frí

So er tað HM í Shanghai

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú sunnudagin byrjar 14. heimsmeistarastevnan á langgeil, har Pál Joensen skal royna seg í 800 og 1500 metra frísvimjing. Kappingin verður avbera hørð vegna kinesiska stórfavorittin Sun Yang, sum liggur til at kunna taka heimsmet í 1500 metra frísvimjing, og vónirnar eru tí fyrst og fremst at klára kravtíð til Olympisku Leikir komandi ár, og kanska náa onkra finalu eisini.

DSC05493
Continue reading So er tað HM í Shanghai

Cesar Cielo sleppur við eini ávaring

Kærustovnurin CAS hjá altjóða antidopingstovninum WADA hevur í dag tikið avgerð í málinum um positivu dopingroyndina hjá brasilska Cesar Cielo og trimum øðrum, at Cielo og tveir av hinum skulu sleppa við eini ávaring, umframt at fáa strikað úrslitini frá Maria Lenk stevnuni í Brasil har royndirnar vórðu tiknar. Hetta merkir at Cielo sleppur at svimja nú á Shanghai 2011, við tað at hann hevur klárað kravtíð eisini áðrenn hesa stevnu, meðan hinir báðir rúka út tí at teir høvdu klárað kravtíð bara har. Orsøkin til at teir kunnu sleppa við eini ávaring, er at talan er um fyrstu ferð at ein dopingroynd hjá teimum er positiv, meðan tann fjórði, Vinicius Waked, fekk broytt upprunaligu ávaringina frá brasilska antidopingstovninum til heldur eina karantenu á eitt ár, av tí at tey høvdu yvirsæð at talan ikki var um hansara fyrsta dopingdóm. Lesið her á SwimNews.com.

Eurosport sendir sunnudagin HM í svimjing

Eurosport sendir sunnudagin HM í svimjing í Shanghai. Tey byrja kl 2 føroysk tíð beinleiðis við innleiðandi riðlum. Tær flestu Eurosport rásirnar senda frá svimjingini, ið eisini verður sent á netinum. Tó, so vítt eg veit eru trupulleikar við at síggja Eurosport á netinum úr Føroyum. Men har eru onnur mið vit ætla at royna á svimjing.com/live.

Sunnudag føroysk tíð á Eurosport.

02:00-05:30 Innleiðandi riðlar
Continue reading Eurosport sendir sunnudagin HM í svimjing