Kannaði venjingar- og kappingarumstøður í dag

Ein friðarligur dagur í Shanghai í dag, har eg brúkti fyrrapartin uppá at kanna umstøðurnar at venja í Yuan Shen hylinum nærhendis, og fór ein túr at kanna sjálvan kappingarhylin. Alt sær gott út, reint og nosslig, ikki ov heitt inni, og passaligur hiti í hylinum.

Venjingarhylurin Yuan Shen
Continue reading Kannaði venjingar- og kappingarumstøður í dag

Komin til Shanghai

Hóast har vóru nøkur stress-moment inn í millum, so gekk tað faktiskt heilt skjótt og rímiliga smertufrítt at koma til Shanghai, umvegis Keypmannahavn og Helsinki. Her í Kina gekk tað so aftur heilt óvanliga skjótt, so at eg longu nú eftir frokost á hotellinum sunnudag seinnapart havi akkreditatión og alt, eftir at hava flogið og ferðast og flutt klokku eitt døgn frá leygarmorgni av.

DSC05425

So veittrar Merkið í Shanghai

Altjóða svimjisambandið FINA og kinesisku fyriskipararnir skipaðu fyri hátíðarhaldi í Shanghai í gjáramorgunin, har fløggini hjá stevnuni, FINA og Kina og øllum hinum 200 limalondunum vórðu vundin á stong, uttanfyri kappingarhylin. Flott sær tað út, og ógvuliga kinesiskt við nógvum fløggum sum blaktra í vindinum. Sí www.shanghai-fina2011.com.

fina-flags

Zhang Lin fer ikki at verja sítt 800 frí HM-heiti í Shanghai

Kinesiski landsliðsvenjarin Yao Zhengjie hevur sambært eurosport.com kunngjørt, at Zhang Lin ikki fer at verja sítt 800 frí heimsmeistaraheiti í Shanghai, tí at hann ikki er í form. Hann er annars fyrsti kinsesiski maður yvirhøvur at gerast heimsmestari, men velur nú heldur at svimja einans 200 frí, av tí at hitt ikki er upp á pláss.

Hinkelien Schreuder koyrd av HM-liðnum hjá Niðurlondum

Beinleiðis av heimasíðu hennara:

No Shanghai World Championships

In preparation for the World Championships in July, discussion about the cooperation between me and my trainer arise. The confidence in this partnership was terminated by him as of today.

Only this, gives the technical director reason to doubt my potential performance in Shanghai. He has informed me about the fact that he, for sure, will not let me swim in the heats of the 4x100m freestyle relay.

I would have liked to have the opportunity to swim in Shanghai and show what I was intended to do: to deliver a top performance there. Unfortunately the decision of the technical director means that I don`t even get the opportunity to swim at all.

I have always been fully committed to the success of this preparation and that of the World Championships. To me it is unbelievable that these decisions can be taken at this time in preparation.

In the next couple of weeks I will take time to think about the way I will continue my swimming career.

Hinkelien

Davies droppar HM í Shanghai

Bretski David Davies hevur valt at melda frá heimsmeistarastevnuni í Shanghai, og fyri so vítt restini av 2011, tí at hann enn líðir av somu møði sum í fjør. Hann pressaði seg for hart til at koma við til EM í Budapest og Commonwealth Games í Delhi, og er harav enn so móður, at hann heldur tað vera betri at bara droppa Kina, til at koma fyri seg og síðani venja fram ímóti OL í London í 2012. Davies svimur typiskt ‘open water’ og 1500 frí. Lesið her á swimming.org.

Cullen Jones vann hólmgonguna, 22.24 ímóti 22.28

Cullen Jones vann í kvøld hólmgonguna ímóti Josh Schneider, so at hann heldur enn Schneider sleppur til HM í Shanghai í summar. Hetta var í 50 metrar frí “swim-off” á Charlotte UltraSwim 2011, har Jones vann við bara 4 hundrapørtum, 22.24 ímóti 22.28 hjá Schneider. Les meira her á SwimmingWorld Magazine.