Tað er nú í kvøld klokkan 23:20 føroyska tíð, at teir báðir Cullen Jones og Josh Schneider svimja um seinasta pláss á amerikanska landsliðnum til HM í Shanghai í summar, á Charlotte UltraSwim 2011. 50 metrar sum teir hava bíðað eftir nú í 9 mánaðir, og sum koma at avgera hvør at teimum báðum sum sleppur við til Kina. Fylgið við t.d. á www.svimjing.com/live
Tag: shanghai 2011
Jones og Schneider kappast um síðsta pláss á HM liðnum
Josh Schneider og Cullen Jones vóru púra javnir í 50 frí á amerikansku meistarastevnuni og HM úttøkustevnuni í fjør, og skulu tí nú 9 mánaðir seinni, hósdagin á Charlotte UltraSwim, kappast um allarsíðsta pláss á HM-liðnum hjá USA til Shanghai 2011. Les meira her á speedendurance.blogspot.com og wcnc.com.
Agnel droppar 400 frí á HM í Shanghai
Franski Yannick Agnel er raktur av onkrari ígerð í lungunum, sum noyðir hann at broyta luttøkuna á HM í Shanghai í summar. “Antibiotika, ein góð vika í seingini, og so eru vit aftur um 6 vikur”, verður venjarin Fabrice Pellerin endurgivin fyri at hava sagt í L’Équipe. Ætlanin nú er at luttaka í 200 frí og 4×200 frí, men ikki 400 frí og allahelst heldur ikki 4×100 frí, hóast hann í 400 frí hevur næstbestu tíð í heiminum í ár. Les speedendurance.blogspot.com
Shanghai 2011 trailarin
Puha, nú nærkast 🙂
Video um matvørutrygdina á HM í Shanghai
FINA og fyriskipararnir av HM í Shanghai hava givið út hesa video, sum lýsir tey fimm stigini sum skulu tryggja matvørutrygdina á HM í Kina, bæði hjá íðkarum og áskoðarum. Kelda fina.org.
Kina lovar matvørutrygd á Shanghai 2011
Kina svarar nú aftur uppá spurningin um møguliga doping frá dálkaðum matvørum, við at lova herda matvørutrygd á HM í Shanghai í summar. Tey fara at seta eina serliga nevnd at samskipa matvørutrygdina, halda uppsýn við allar rávørur sum verða veittar til hotellini har svimjararnir búgva, hava eftirlit við matvørunum frá uppruna til borðisk, herða eftirlitið við matvørum sum heild í býnum Shanghai, og hava eina greiða neyðætlan um okkurt skuldi gingið galið. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.
Bousquet góðtekur avgerðina hjá franska svimjisambandinum
SwimNews.com veit nú at siga frá L’Equipe, at Bousquet góðtekur avgerðina hjá franska svimjisambandinum, at avstralski venjari hansara í USA ikki fær akkreditatión frá Fraklandi til HM í Shanghai.
Continue reading Bousquet góðtekur avgerðina hjá franska svimjisambandinum
Nógvar spennandi kappingar í apríl
SwimNews.com skrivar her um allar tær spennandi meistarastevnur og úttøkustevnur sum eru á skránni runt um í heimi í apríl, nú svimjarar skulu finnast til HM í Shanghai. Eg koyrdi Danish Open uppí listan, og havi so annars roynt at finna viðkomandi leinki her …
- March 30 – April 3: Canada Senior Nationals / World Trials
- March 31 – April 3: Spanish Open
- March 31 – April 3: Danish Open
- April 1 – April 8: Australian Swimming Championships
- April 3 – April 8: New Zealand Open Championships
- April 7 – April 10: Swim Cup Eindhoven
- April 8 – April 10: Erik Namesnik Michigan Grand Prix
- April 11 – April 16: South Africa National Championships
- April 13 – April 17: Italian Spring Nationals
Franska svimjisambandið bakkar ikki fyri Bousquet
Christian Donzé tekniskur stjóri hjá franska svimjisambandinum sigur í dag við L’Equipe, at tó so at hann ikki hevur nakrar trupulleikar við at Bousquet arbeiðir saman við Brett Hawke í Shanghai, um avstralski Hawke fær akkreditatión frá onkrari aðrari tjóð, so verður eingin fronsk akkreditatión til hansara. Heldur ikki um tað merkir at Bousquet boycottar Shanghai ella fyri tann skyld gevst í ítróttinum. “If he quit that would hurt the team but the main victim would be Fred himself. I hope that reason will prevail.” Les meira her á SwimNews.com.
Verður HM í Shanghai ein dopingvandi fyri íðkararnar?
Áhugaverd klumma her á SwimmingWorld Magazine, um vandan fyri at koma til at dopa seg gjøgnum dálkaðan mat í Kina. Vandin var kendur longu áðrenn OL í Beijing í 2008, og eftirlitið tí strangt við matinum í olympisku bygdini. Vandin er har enn, men nú verður eingin bygd sum á OL, á HM í Shanghai. Tekur FINA nøkur atlit fyri hesum vanda, spyr klummuskrivarin.