Shannon Rollason gevst sum høvuðsvenjari á NTC

Danska svimjisambandið hevur í dag kunngjørt at Shannon Rollason hevur sagt upp sítt starv sum høvuðsvenjari á ‘det Nationale TræningsCenter’, at fara aftaná HM á stuttgeil í Doha í desember. Orsøkin er familjan hjá honum ikki hevur trivist so væl í Danmark, og venjarin hjá Páli fer tí nú í vetur aftur til Avstralia.


Continue reading Shannon Rollason gevst sum høvuðsvenjari á NTC

Shannon Rollason nýggjur NTC-venjari hjá Danmark

Danska Svimjisambandið kunngjørdi í morgun at nýggi NTC-venjarin verður 40-ára gamli Shannon Rollason, til nú í líknandi starvi á Australian Institute of Sports. Hann er millum annað kendur fyri sítt arbeiði við Jodie Henry og Alice Mills, gullvinnarar á OL í Athen í 2004. Setanin hevur týdning fyri eisini okkum føroyingar, við tað at Pál sum kunnugt venur har á NTC.

DSC01356