TODAY Online skrivar her at svimjing og lop av vippu til nú eru best umtóktu ítróttargreinar av teimum 26 á komandi Youth Olympic Games í Singapore, um man hyggur at atgongumerkjasøluni. Har er útselt til tey 8 umførini av lop av vippu, har 800 áskoðarar kunnu vera til hvørt umfar, og nærum útselt til tey 12 umførini av svimjing, sum hvørt kann hýsa 1800 áskoðarum. Aðrar ítróttargreinar eru til dømis frælsur ítróttur, badminton, bogaskjóting, fótbóltur, fimleikur, hondbóltur, judo, rógving, borðtennis og flogbóltur.
Tag: singapore 2010
Fyrsta ungdóms-OL verður í Singapore í 2010
Singapore vann á Moskva, og harvið verða fyrstu olympisku leikir fyri ungdómar í Singapore ár 2010. Eg má viðganga at eg havi ikki hoyrt um ungdóms-OL fyrr enn nú, men eftir øllum at døma er hetta ein ætlan hjá altjóða olympisku nevndini IOC at røkka betri út til tey ungu eisini. Lesið her á SwimNews.