Vár 18:07.16 í 1500 frí í Singapore

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard royndi seg í morgun í 1500 metra frísvimjing á HeimsMeistarastevnuni fyri Juniorar 2015, og svam tá teinin uppá 18 minuttir, 7 sekund og 16 hundraðpartar. Vár eigur sjálv føroyska metið og juniormetið á 17:32.83, frá Portugal Open í juli mánaða.

Tíðin hjá Vár rakk til eitt 22. pláss av 26 í fyrstu riðlunum, nú í Singapore, har 8 tær við bestu tilmeldingartíðum bíða til stevnupartin seinnapartin. Hon endar tí mest sannlíkt á einum 30. plássi av 34 luttakandi.

úrslitalistan her.

Sára 2:21.59 og føroyskt met í 200 blandað

Sára Ryggshamar Nysted setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon á HeimMeistarastevnuni fyri Juniorar í Singapore svam teinin uppá 2 minuttir, 21 sekund og 59 hundraðpartar.

Sára átti sjálv føroyska metið og juniormetið, á 2:23.67 frá Danish Open í mars mánaða, og betraði sostatt 2.08 sekund um hesi met. Nú í Singapore rakk tað til eitt 28. pláss av 57 luttakandi, ella eitt 2. pláss um vit tilláta okkum at avmarka úrslitalistan til tær úr yngsta árganginum 2001.

Sára er úr Suðuroyar Svimjifelag.

Úrslitalistin sæst her á omegatiming.com

Vár 4:38.17 í 400 frí á HMJ í Singapore

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard royndi seg í morgun í 400 metra frísvimjing á HeimMeistarastevnuni fyri Juniorar í Singapore, og svam tá teinin uppá 4 minuttir, 38 sekund og 17 hundraðpartar.

Persónliga metið hjá Vár er 4:26.87, frá tá ið hon á Portugal Open í juli mánaða setti nýtt føroyskt met og juniormet. Úrslitið hjá Vár rakk til eitt 51. pláss av 62 luttakandi, nú á HMJ í Singapore.

Vár er úr Havnar Svimjifelag.

Úrslitalistin sæst her á omegatiming.com

Sára 9:20.94 og Vár 9:22.76 í 800 frí í Singapore

Í nátt vórðu fyrstu riðlarnir í 800 frí avgreiddir í Singapore, har eisini Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag skuldu royna seg. Og her megnaði Sára at seta persónligt met, tá ið hon við tíðini 9:20.94 varð nr 32 av teimum 42 luttakandi, meðan Vár við 9:22.76 varð nr 33.

Untitled
Continue reading Sára 9:20.94 og Vár 9:22.76 í 800 frí í Singapore

Sára 5:08.64 í 400 blandað í Singapore

Sára Ryggshamar Nysted royndi seg í morgun í 400 metra blandaðari svimjing á HeimsMeistarastevnuni fyri Juniorar í Singapore, og svam hon har teinin uppá 5 minuttir 8 sekund og 64 hundraðpartar. Sára eigur sjálv føroyska metið á 5:08.00, frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í juli mánaða.

Untitled
Continue reading Sára 5:08.64 í 400 blandað í Singapore

Sára og Vár til HMJ í Singapore

Nú týsdagin 25. august byrjar HeimsMeistarastevnan fyri Juniorar 2015, við luttøku av eisini tveimum føroyskum svimjarum. Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag fara at royna seg á serliga teimum longru teinunum, í sterku kappingini har vónirnar fyrst og fremst eru at kunna seta føroysk met.

Untitled

(Vár og Sára í Singapore. Jón Bjarnason eigur myndina)
Continue reading Sára og Vár til HMJ í Singapore

Úttøka til HMJ 2015 í Singapore

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Starvsnevnd SSF avgjørdi í gjárkvøldið sum nakað heilt serstakt at taka út fylgjandi svimjarar til HeimsMeistarastevnuna fyri Juniorar 2015, sum verður í Singapore frá 25. til 30. august 2015.

  • Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag

Hesar báðar hava sýnt einastandandi høgt støði í hesum ári, sum hevði rokkið til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna, um bara tær vóru eitt ár eldri og harvið luku aldurstreytirnar hjá LEN.

FINA brúkar ein øðrvísi junioraldur enn LEN, sum LEN tó ætlar sær at skifta til longu í 2016.

Starvsnevnd SSF heldur tí at tær eiga at fáa hendan møguleikan, sum eina roynd, og uttan annars at taka støðu til um vit framyvir fara at luttaka á HMJ.