Video frá Skálafjarðarsvimjingini 2013

So eri eg um at vera liðugur við viðgerðini av video frá Skálafjarðarsvimjingini 2013. Her niðanfyri er ein ‘playlisti’ við tilsamans umleið 47 minuttum av video, og niðanfyri aftur viðfesti eg so videoirnar hvør sær, við stuttari frágreiðing.

Eg burdi sikkurt gjørt eina stytri og meira popputa útgávu, men tað má bíða.


Continue reading Video frá Skálafjarðarsvimjingini 2013

Skálafjarðarsvimjingin 2013 – Cecilia aftur best

Svimjifelagið FLOT skipaði í dag fyri svimjing tvørtur um Skálafjørðin, frá lendingina við Sjógv yvir á keiina við Lynfrost í Runavík. Tey vóru 16 sum lupu á bláman og 14 sum megnaðu allan teinin, ið var einir 1600-1800 metrar í køldum og saltum sjógvi. Fremst av øllum var klaksvíksdáman Cecilia Wigant Eysturdal, við tíðini 21 minuttir, 44 sekund og 20 hundraðpartar, og fremstur hjá monnum havnarmaðurin, masterssvimjarin og venjarin Remi Lamhauge. Øll 14 kláraðu teinin uppá undir 1 tíma, sum var væl skjótari enn bæði toppur og botnur megnaði seinast hesin teinur varð svomin, tá ið fyrsta Skálafjarðarsvimjing var afturi í 2000.

DSC_7629

(Heiðursmerkjavinnarar 2013, frá vinstru Randi Holm, Cecilia Eysturdal, Helga Nielsen, Evald Rasmussen, Remi Lamhauge, Jon Hestoy)

Kvinnur

  1. Cecilia Eysturdal, Klaksvík – 21:44.20
  2. Helga Nielsen, Glyvrar – 32.13.43
  3. Randi Holm, Hoyvík – 42.46.01
  4. Elin Olsen, Argir – 42.56.67
  5. Aimée Jacobsen, Saltangará – 55.14.75
  6. Beinta á Reynatrøð, 59:07.91

DSC_7433

(Cecilia Eysturdal)

Menn

  1. Remi Lamhauge, Tórshavn – 28:02.86
  2. Jon Hestoy, Argir – 28:20,06
  3. Evald Rasmussen, Hoyvík – 30.09.84
  4. Sámal Olsen, Argir – 30:38.26
  5. Eyðun Bærentsen, Tórshavn – 30:39.26
  6. Eyðun Húsgarð, Tórshavn – 32.59.46
  7. Heri Lamhauge, Saltangará – 55:01.77
  8. Heri Joensen, Lamba – 59:07.91

DSC_7412

(Remi Lamhauge)

Annars má eg siga, sum ein ið bara hevur hyggað sær við at taka myndir og sovorðið, at hetta tiltak var serstakliga væl fyriskipað, líka frá fyrstu briefing og inntil tey fingu heiðursmerki á pallinum. Serliga tað at svimjararnir so skjótt vóru fingnir yvir í neystið at fáa heit klæðir og suppu, so hvørt sum tey komu á mál.

Fleiri myndir eru á veg, skal bara líka lúka tær mest ótespuligu burturúr.

Og video, ja, men tað verður nokk ikki í dag.

Innbjóðing til havsvimjing á Eystanstevnu 16. juni 2013

Sí viðfestu innbjóðing frá Svimjifelagnum FLOT. Sunnudagin hin 16. juni verður skipað fyri havsvimjing tvørtur um Skálafjørðin, frá Sjógv og inn í havnina í Runavík. Ein teinur á umleið 1600 metrar har lítið er av streymi, og har seinna helvt verður svomin fram við landi. FLOT hevur tvær ferðir áður skipað fyri Skálafjarðarsvimjing: Í 2000 tá ið hesin sami teinur varð svomin, og í 2005 tá ið svomið varð stytstu leið av Strondum yvir á Saltnes.

sfs2000-kvinnur3

(Vinnarar hjá kvinnum í 2000)

Ein video finst frá Skálafjarðarsvimjingini 2000, Johan Martin Thorsteinsson filmaði