Nevndin í Skive Svømmeklub Poseidon kallaði herfyri inn til eykaaðalfund, av tí at ein stórur hópur av foreldrunum hjá bestu svimjarum har vóru ónøgd við, at felagið vildi slíta úrvalssamstarvið við Viborg Svømmeklub. Foreldrini ætlaðu at velja seg inn í stjórnina í felagnum, men fingu tá á aðalfundinum at vita, at einans nevndin og aktivir limir yvir 16 ár kundu atkvøða. Og við tað at svimjararnir eftir øllum ikki vóru har, ella vóru ov ungir, so kundi nevndin velja seg sjálva inn aftur.
Continue reading Úrvalssvimjarar í Skive rýma nú vegna atkvøðufintu