Hetta koyrir bara

Eg kom ongantíð til at fáa hatta har proxy at rigga í Ásvallarlaugarhøllini, og velji nokk at bara lata telduna standa eftir her á hotellinum seinnapartin. Havi heldur ikki funnið mær ein SD-hubb, og fái tí ikki myndirnar upp á netið beint nú. Men svimjararnir gera akkurát tað sum teir skulu, og eru so væl fyri í kappingini sum startlistin bendi á, so vit kunnu ikki klaga. Heldur góð úrslit og svikaliga tøkni, enn øvut 🙂
Continue reading Hetta koyrir bara

Stutt heilsan úr hylinum í Hafnarfirði

Bara ein stutt heilsan úr higani av Hafnarfirði. Svimjararnir eru í hylinum, og alt stendur væl til. Her er ymiskt internet, men eisini onkrar proxy-setingar sum eg ikki heilt havi fingið skil á enn. Men tey eru blíð, so hetta verður skrivað á telduni í onkrum kontóri her, við boðum um at siga at Klaus gav mær loyvi, um onkur kemur eftir mær. Og á ja, úrslitini fara at kunna síggjast leypandi her á sh.lausn.is.

So eru vit klár her í Íslandi

Tað gekk sum eftir ánni at koma til Hafnarfjørð í morgun, við fryntligum kappingarneytum eftir okkum á flogvøllinum. Út at eta og so í hylin, ið er ein stásilig høll á 50 x 25 metrar, við tilhoyrandi 16 metra putlihyli og alt, sum vit vurdera kann innihalda alt svimjihyljavatn sum yvirhøvur er í Føroyum.
Continue reading So eru vit klár her í Íslandi

So er tað Small States 2010

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Komandi fríggjadag fara 8 svimjarar til Íslands at kappast á “Small States” kappingini í Hafnarfirði, leygardag og sunnudag 12. – 13. juni. Hetta er evropameistarastevnan og evropeiska juniormeistarastevnan fyri smátjóðir, ið eru svimjitjóðir í Europa við færri enn 1 millión íbúgvum. Fyrsta stevna av hesum slag var í Luksemborg í 2008, og nú er tað so Ísland sum sleppur at vera vertur.

CIMG3092
Continue reading So er tað Small States 2010

Startlistin til Small States 2010

So er startlistin til Small States stevnuna í Hafnarfirði komin út, og lat meg bara avdúka beinanvegin, at vit liggja til heiðursmerki. Íslendarar heilsa at “the latest version of the starting lists, life timing and results will be published regulary on our homepage: http://www.sh.is/id/1000129“, so hetta er sum vanligt við einum ávísum fyrivarni. Ting kunnu broytast, komandi dagarnar, men ikki nógv 🙂
Continue reading Startlistin til Small States 2010

Kunning um túrin til Small States 2010

So er bara ein vika til vit fara til Small States kappingina í Íslandi, við 8 føroyskum svimjarum. Eg havi sum ein av ferðaleiðarunum gjørt eitt stutt skriv ið kann síggjast her á Google Docs, við upplýsingum um til dømis nær vit fara, og hvar vit búgva. Tilmeldingarnar eru eisini sendar í dag, og váttan er fingin fyri at tær eru komnar fram. Annars ber til at frætta meira við at ringja til mín á 21 97 54, ella meyla til adressuna í skrivinum, ella við at spyrja í viðmerking her. Og jú, okkurt meira ordiligt tíðindaskriv kemur nokk ein av døgunum 🙂


View Larger Map

Hóparnir til altjóða kapping í summar funnir

Føroyameistarastevnan og juniormeistarastevnan 2010 var sum kunnugt eisini evstamark fyri úttøku til ÉM, EJM, NMU og Small States, sum verða í Budapest, Helsinki, Drammen og Hafnarfirði í summar. Til EM og EJM vóru kravtíðir ásettar, sum svimjararnir skuldu klára í seinasta lagið á FM/JM 2010, meðan Svimjisambandi til NMU og Small States vildi senda teir 8 svimjarar til hesar báðar kappingar, sum kláraðu hægstu FINA stig í einari kapping á FM/JM 2010 ella MU 2010, og har svimjararnir til NMU høvdu aldur til kappingina.

CIMG3369
Continue reading Hóparnir til altjóða kapping í summar funnir