Svimjisamband Føroya hevði 25. mai 2013 sín árliga aðalfund, í ÍSF-húsinum í Gundadali. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og gjøgnumgongd av roknskapinum eisini val av nevndarlimum, har Jórun Eið Johannesen takkaði fyri seg eftir drúgva tænastu, og Anni á Hædd so varð vald sum skrivari í hennara stað. Undirritaði tók við afturvali sum næstformaður, og Jon Hestoy kunngjørdi at hetta er seinasta setan hjá honum. Aðalfundurin verður næsta ár í september, heldur enn mai, annars gekk prátið mest um reyðu tølini hjá Svimjisambandi Føroya, og um avbjóðingarnar hjá feløgum við MVG.
Formansfrágreiðingin er viðfest, sum út í æsir greiðir frá øllum tí manga sum hendi í farna ári.