SSF kalendarin fyri 2008/2009

Svimjinevnd SSF hevur nú sent út ein kalendara fyri svimjiárið 2008/2009, sum eg tí viðfesti her niðanfyri. Størstu stevnur hjá føroyingum í ár verða:

  • í oktober: danska stutthyljameistarakappingin (“DMK”) og Køge Open
  • í november: Klaksvík National
  • í desember: norðurlendska juniormeistarakappingin (“NJM”) og evropeiska stutthyljameistarakappingin (“EKM”)
  • í januar: Ægir International í Reykjavík
  • í apríl: danska meistarakappingin og juniormeistarakappingin á langbana (“DM/DMJ”), føroyska smáunglingameistarakappingin (“SUM”), umframt úttøkukappingin til Oyggjaleikir
  • í mei: føroyska meistarakapping (“FM”)
  • í juni: danska árgangsmeistarakappingin (“DÅM”) og Oyggjaleikir (juni/juli)
  • í juli: evropeiska juniormeistarakappingin í Prag (“EJM”) og heimsmeistarakappingin í Rom (“HM”, juli/august)
  • í august: norðurlendska ungdómsmeistarakappingin (“NUM”)

Hartil havi eg hoyrt graml um onkra stóra stevnu afturat, sum møguliga er í umbúna 🙂 Continue reading SSF kalendarin fyri 2008/2009

SSF Kalendarafundurin 2008: Stórar broytingar í umbúna

Viðfest er brot úr telduposti frá Rúna Gaardbo, stílað øllum feløgum í sambandi við kalendarafundin hjá Svimjisambandi Føroya, sum var á Viðareiði nú fríggjakvøldið og leygardagin. Yvirskriftin er “Uppskot til nýtt bólkabýti, til at koma í gildi frá 1 sep. 2008 – eisini er uppskot til nýggjan kalendara sambært hesum uppskoti”. Og haldið tykkum fast… har eru stórar broytingar á veg. Continue reading SSF Kalendarafundurin 2008: Stórar broytingar í umbúna

Kalendarafundurin 2008/2009

Boð frá Svimjisambandinum:

Hey…..

Kalendarafundurin 2008/2009

Minnist til Kalendarafundin nú fríggjadagin og leygardagin, 6 og 7 juni.

Fundurin verður á Hotel Norð, Viðareiði.

Byrja verður Fríggjakvøldið kl. 19:30, og hildið verður so fram leygarmorgunin.

Umleið kl. 13 leygardagin skal ein fullfíggjaður Svimjikalendari 2008/2009 fyriliggja.

Heitt verður á tey ið møta til fundin um at verða á fundinum til hann er liðugur leygardagin.

Nøvnini á teimum ið koma á fundin skullu sendast til pal-zis[kurla]olivant.fo innan kl. 20 mikudagin 4.juni.

Gist verður á hotellinum. Um onkur luttakari til fundin ikki gistir, MÁ hetta viðmerkjast.

Vinarliga

Svimjisamband Føroya
SSF

Continue reading Kalendarafundurin 2008/2009

Tíðindaskriv: Stuðulsavtala millum SSF og Intersport

Svimjisamband Føroya og Intersport hava gjørt tvey ára avtalu um samstarv. Avtalan inniber m.a., at føroyska svimjilandsliðið fram til HM á stuttbana í Dubai, nýtir klæðir av merkinum HUMMEL frá Intersport.

Palli Ziskason, formaður gleðist um, at svimjisambandið hevur fingið ein samstarvsfelaga afturat. Frammanundan eru Norðoya Sparikassi og Atlantic Airways høvuðsstuðlar hjá Svimjisambandinum. Hetta samtarv hevur verið síðan 2006 og er fyrbilis galdandi til komandi summar, eftir HM á langbana í Italia.

Sí eisini www.ssf.fo Continue reading Tíðindaskriv: Stuðulsavtala millum SSF og Intersport

Landsliðsvenjarin farin frá

Frætt er frá álítandi keldu, at landsliðsvenjarin Brian Marshall er farin frá, tí hann ikki kláraði at uppfylla tær avtalur sum vóru millum íslendska og føroyska svimjisambandið. Tað er ikki heilt greitt enn hvussu ið nú verður við samstarvinum millum svimjisambondini bæði, men arbeitt verður við at finna føroysku svimjarunum nýggjan landsliðsvenjara.

Fyrsta SSF grundskeið í merkjaskipanini avgreitt

Fríggjakvøldið og leygardagin skipaði Svimjisamband Føroya fyri fyrsta føroyska SSF grundskeið í merkjaskipanina, í skúlanum og svimjihylinum við Gøtugjógv. Grundskeiðið umfataði fyrstu fimm merkini, sum føra svimjararnar frá møguliga ikki at vera tryggur í vatni, til at kunna kava, flóta, glíða og taka seg fram. Skipanin er so gott sum 100% grundað á norsku merkjaskipanina, sum undirvísararnir fingu útbúgvin í á vári 2007.

Á myndini síggjast luttakarar og undirvísarar úr Ægir, FS, Reka, Skeggjum, FLOT og HS

Grundskeið 2008 - luttakarar
Continue reading Fyrsta SSF grundskeið í merkjaskipanini avgreitt