SSF aðalfund 27. oktober

Árligi aðalfundurin hjá Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum leygardag 27. oktober 2007, og sum tit kunnu lesa her, so verða mest átroðkandi mál allarhelst at fáa valt nýggjan skrivara og kassameistara. Helgi á Fløtti og Oluffa á Høvdanum standa nevniliga fyri vali, men hava bæði boðað frá at tey ikki ynskja at halda áfram. Feløgini verða tí biðin um at koma við valevnum ella uppskotum til valevni.

Svimjisambandið sett nýggjan landsliðsvenjara

Á heimasíðuni hjá Svimjisamband Føroya stendur í dag skrivað:

Í samband við tað langtíðarætlan, sum svimjisambandið hevur lagt fram í vár, er landsliðsarbeiðið eisini viðgjørt. Úrslitið av hesi viðgerð er m.a. at vit nú fáa ein landsliðsvenjara, sum ikki er venjari hjá nøkrum ávísum felagi. Hetta meta vit at vera ein fyrimun í dagliga arbeiðinum at menna føroyska svimjing.

Ætlanin er at endurskoða landsliðsarbeiðið og hesum kemur nýggi venjarin at standa fyri. 

Svimjisamband Føroya og Svimjisamband Íslands hava nú gjørt samstarvsavtalu fyri komandi árið.

Samstarvið inniber m.a., at landsliðsvenjari í Føroyum verður Brian Marshall, sum er breti, men býr í Íslandi.

Hann hevur royndir sum venjari í nøkur ár, og er í dag knýttur at íslendska svimjisambandinum.

Samstarvið byrjar 1. august, men longu hetta vikuskiftið verður nýggi venjarin í Føroyum og vitjar í samband við, at oyggjaleikaliðið er á venjingarlegu í Tórshavn.

SSF gjørt langtíðarætlan fyri sínar uttanlanda stevnur

Svimjisamband Føroya hevur lagt út eina áhugaverda ætlan her, um hvørjar altjóða stevnur tey ætla at føroyskir svimjarar skulu luttaka í, fram til ár 2012. Oyggjaleikir eru lukkutíð enn á skránni, umframt ein rúgva av øðrum spennandi kappingum, so sum EJM, HM, EM og NUM.
Continue reading SSF gjørt langtíðarætlan fyri sínar uttanlanda stevnur

Gallaveitsla leygarkvøldið

Svimjisambandið bjóðar til árligu svimjigallaveitsluna nú í annaðkvøld kl 19 á Hotel Føroyum, ‘fyri FM-svimjarum, hjálparfólkum, nevndarlimum og svimjiáhugaðum annars’. Viðfest er upprunaliga innbjóðingin frá SSF.

Vanliga er skráin á gallaveitsluni at vit eta ein góðan døgverða, við sangi og undirhaldi afturvið. Ársins svimjarar verða præsenteraðir, og kanska ársins ditt-og-datt eisini (firvaldasvimjari, sprintari, stjørnuskot, venjari, hjálparfólk, …).

Allarhelst heldur Jón Hestoy eisini eina av sínum vanligu drúgvu men rímiliga undirhaldandi røðum 😉

Eftir døgverða og steypahandan er so tónleikur og dansur. Gevið gætur at tað ikki verður nøkur renning rundan um hotellið í svimjibuksum, við tað at Pál faktiskt ikki kláraði meira enn 10 av 12 gullheiðursmerkjum.

SSF skipað fyri skeið í merkjaskipanini

Seinastu 4 dagarnir hava 4 venjarar og 1 svimjisambandsumboð verið á skeið í norsku merkjaskipanini, at læra at læra onnur um skipanina.  Skeiðið vísti seg at verða sera áhugavert, serliga tí at undirvísarin var so royndur sum instruktørur og venjari, líka frá vatntilvenjing til landslið, umframt at hava hollar royndir innan svimjisambandsarbeiði.

Tey sum luttóku vóru øll úr FLOT, við tað at hetta felag tíverri er tað einasta sum veruliga tók merkjaskipanina til sín, tá einaferð fyri 10 árum síðani. Við høvuðsvenjaranum Rúna Gaardbo á odda, við tað at hann um nakar umboðar merkjaskipanina í Føroyum. Afturat honum vóru so Pálin og Halda Olsen, umframt undirriitaði, sum í dag venja viðkomandi nýggjar svimjarar í FLOT. Hartil luttók Jórun Eið úr Skeggjum eisini, sum umboð fyri SSF.

Undirvísarin var 65 ára gamli Per Irgens úr Noregi, sum hevur roynt so gott sum alt innan svimjiundirvísing. Einaferð ein succésríkur svimjivenjari í Grimstad, sum hevði upp til 11 landsliðssvimjarar í senn hóast býurin bara hevur einar 12.000 innbúgvarar og stórar grannar. Seinni knýttur at landsliðnum, sum venjari, fysioterapeutur og sikkurt svimjisambandsumboð eisini. Royndi í nøkur ár við stórari eydnu at reka sín egna svimjiskúla, sum hann so meira ella minni livdi av at hava. Hevur í dag mest skeið í merkjaskipanini og lívbjarging, umframt at vera norskur frásøgumaður hjá Eurosport.

Og so hevur hann ikki minst skrivað nýggju bókina “Slik lærer du å svømme” saman við tiltikna Ørjan Madsen, sum í dag er sports-chef hjá týska svimjilandsliðnum. Hendan bók greiðir sum navnið sigur frá fyrstu fasunum í svimjiskúlanum, og er fyrsta fyrsta av trimum grundbókum hjá norska svimjisambandinum.

Skeiðið skuldi kanska mest vera um sjálva merkjaskipanina, men varð skjótt um hvussu man byggur upp og rekur ein slíkan skúla, umframt at vit sjálvsagt fingu góð ráð og leiðbeining í hvussu man lærir børnini grundleggjandi evnini: Vatntilvenjing, kaving, flóting, glíð og framdrift. Hareftir fóru vit víðari til einstøku svimjigreinarnar og vendingar.

Skeiðið var sum heild ógvuliga drúgt men áhugavert. Vit vóru á skeið frá kl 9 til 18 mánadag, 9 til 18:30 týsdag og 9 til 18:30 mikudag, umframt eina løtu í morgun eisini (frá 9 til 12). Bara í gjár vóru vit í hylinum 4 ferðir, í umleið 6 tímar tilsamans. Hann hevur yvirhøvur nógv góð fiff, og vónandi finna vit 5 so útav at geva lærdómin víðari, nú gongd skal koma á at læra onnur um skipanina eisini.

Per biður forrestin heilsa, at tey løgdu merki til føroyingarnar á HM í Melbourne. Norska svimjisambandið hevði sum krav at landsliðssvimjarar skuldu annaðhvørt betra seg ella (um tey eru á heimsstøði) í øllum førum svimja upp til sítt besta. Hetta kláraðu tey vist nokk so dánt, men Per heldur at føroyingarnir slógu í øllum førum øll tey norðurlendsku londini í betringum. Har vóru jú bara trý føri har føroysku svimjararnir ikki settu bestu tíð. Og hartil helt hann at støðið var ógvuliga høgt hjá føroyingunum.

Per Irgens skal forrestin vera speakari á internationala svimjistevnan Bergen Swim Festival, sum verður í Bergen 5. – 6. mai 2007, eina viku eftir FM, og sum eg fyrr havi skrivað um her. Hann sær sjálvsagt gjarna at vit senda nakrar av okkara góðu svimjarar yvir har tá, at seta okkum í enn meira í respekt millum norðmenn. Alexander Dale Oen burdi verið har tá, við tað at hann venur í Bergen til dagliga (norðurlendskur methavari í bringusvimjing hjá monnum, sum tíverri ikki náddi nakað heiðursmerki í Melbourne, hóast hann svam 3. bestu tíð yvirhøvur).

Popov flytir til Føroya

Eg frætti nú frá okkara liði í Avstraliu, at ein tann kendasti svimjarin yvirhøvur, Alexander Vladimirovich Popov, seriøst umhugsar at flyta til Føroya og búseta seg í Runavík. Hetta tí at hann ynskir at vera meira saman við gentuni hjá sær, sum býr í Føroyum.

Alexander Popov var ‘kongur’ í sínum døgum, sum faktiskt ikki eru so nógv ár síðani. Vann OL gull í 50 og 100 frí í Sydney 1992, og í 50 og 100 frí í Atlanta 50 og 100 frí, umframt silvur í 100 frí í Sydney 2000. Hann er eisini fleirfaldur heimsmeistari, og vann m.a. 50 og 100 frí í Barcelona so seint sum í 2003. Og hevur enn heimsmetið í 50 frí á langbana (50 metrar).

Popov verður ofta brúktur sum demonstratión av ‘perfektari’ sprint-frísvimjing, sum hann lærdi uppá tann harða mátan í Moskva, ta tíð hann vandi har. Venjarin Gennadij Touretski var sum ein heykur yvir honum, og plagdi faktiskt at senda hann upp og heim frá venjing, um ikki hann svam 100% rætt. Og tað kastaði so væl av sær seinni.

Seinni flutti hann (og venjarin) til Avstraliu, at venja nøkur ár saman við millum øðrum polsk-avstralska Michael Klim. Og seinni flutti hann (og Touretski) so aftur til Sveits, har hann er búsitandi í løtuni.

Tað var í Sveits at hann og unnusta hansara møttust, fyri umleið einum ári síðani. Adina Aprijlnova er eisini úr Russlandi, men hevur seinastu árini arbeitt á Bakkafrost á Glyvrum, har hon trívist væl. Nú ynskja tey so at flyta saman; men hvørgin av teimum vil flyta aftur til Russlands, og Adina fær ikki loyvi at búseta seg í Sveits. So tí verður tað Runavík.

Vit vita einki um hvussu vítt føroyska svimjingin fær nakað burtur úr, at Popov flytir hendan vegin. Í fyrstu atløgu ætlar hann sær bara at búgva her og annars arbeiða uttanlands, sum væl ber til við tað at hann mest fæst við at hava ráðstevnur um svimjing og ítrótt sum heild.

Men vit hava væl loyvi at vóna. Kanska tekur Runavíkar Kommuna sær um reiggj, nú tað fer at frættast at ein tann størsti svimjari nakrantíð býr í einari kommunu har størsti svimjihylur ikki rúmar meira enn ein hálvan fólkaskúlaflokk í senn. Kanska Popov fæst at virka sum okkurt slag av ítróttarráðgeva hjá SSF ella ÍSF, við tað at hann hevur universitetsprógv í ítrótti.

Og hvør veit – kanska flytir Touretski við 🙂

Møguliga seinastu Oyggjaleikir hjá SSF

IGA logoÍ samrøðu í Útvarpi Føroya í gjár, nevndi formennirnir hjá Flogbóltssamband Føroya og Svimjisamband Føroya møguleikan fyri at gevast við luttøku á Oyggjaleikum, hóast góð úrslit. Hetta serliga tí at luttøkukostnaðurin bara veksur, so at Flogbóltssambandið til dømis mátti gjalda 400.000 krónur fyri luttøku á Oyggjaleikunum í Hetlandi; hóast teir leikirnir kanska áttu at verið teir bíligastu, tá ið man hugsar um frástøðuna úr Føroyum.

Continue reading Møguliga seinastu Oyggjaleikir hjá SSF