Her tosar Jim Fowlie á avstralsku venjararáðstevnuni í New South Wales í 2008, um hvussu svimjarar skulu brúka armar og tyngd til at fáa ein góðan start:
Tag: start
Kevin Swander um perfekta startin
Áhugaverdur lesnaður her í SwimInfo, um hvussu amerikanarar yvirhøvur eru betri ‘av blokkinum’, og um hvussu tey so gera. Kevin Swander gevur enntá sítt boð um ‘perfekta (track) startin’, sum eg her niðanfyri royni at umseta:
- Hendur: Svimjarin skal kreppa um tað fremsta av skammilinum, men IKKI við tummilinum upp á skammilin. Heldur skal tummilin venda sum hinir fingrarnir, so at flatan verður so stór sum gjørligt, sum trýstir (aftur) á skammilin eftir at startskotið ljóðar.
- Armar: Armarnir skulu vera fullkomiliga strektir og spenntir, klárir at reagera so skjótt sum startskotið ljóðar. Best er um albogarnir venda aftureftir, og svimjarin skal toga í skammlin við hesum strektu ørmum.
- Bein: Her er størsti munur millum svimjarar, og leiðireglan er tí at standa fyrst og fremst komfortabult. Besti mátir at finna røttu støðu, er við á sløttum gólvi at taka tvey stev og so hoppa so høgt sum gjørligt. Tann máti sum føturnar tá eru plaseraðar áðrenn hoppið, er ‘perfekta’ støðan á skamlinum. Vektin skal fordeilast javnt millum beinini, og man skal vera í balansu, tá ið man stendur klárur á skamlinum.
- Vinkul í hylin: Vís við at kasta eitt kustaskaft í hylin (:-), hvussu vinkulin hevur týdning fyri hvussu restin verður. Um kustaskafti rakar við rætta vinkul, so økist ferðin tá ið kustaskaftið kemur upp aftur. Hetta hendir best hjá svimjarum, um svimjarin rakar vatnið við einum lítlum knekki í mjødnini (“piked position”), heldur enn fullkomið strektum kroppi.