Avstralska Stephanie Rice hevur nú á pressufundi biðið alment um umbering fyri sína orðing á Twitter herfyri, har hon kallaði suðurafrikanska rugby-liðið fyri “faggots”. Trupulleikin er altso ikki at suðurafrikanarar eru fornermaðir um at vera kallaðir slíkt, men heldur at onnur fólk halda orðingina vera homofobiska.
Tag: stephanie rice
Stephanie Rice mist sponsor tí hon tweetaði
Bilmerkið Jaguar hevur strikað eina sponsoravtalu við avstralsku Stephanie Rice, eftir at hon herfyri á Twitter feiraði sigurin hjá Avstralia yvir Suðurafrika í rugby við orðunum “Suck on that faggots”. Hóast hon angraði og strikaði boðini, so vóru bæði Twitter-brúkarar og miðlar so mikið á gosi tá, at Jaguar Avstralia eftirfylgjandi hevur valt at steðga teirri sponsoravtalu, sum tey hava havt við Rice síðani januar 2010. Les swimnews.com
9 vikur er long tíð hjá svimjarum at halda pausu
Avstralska Stephanie Rice vann trý gullheiðursmerki í Beijing í august, og setti tá m.a. langbanaheimsmet í 200 og 400 metur blandað. Men nú hevur hon hildið pausu í 9 vikur, skal tí til at veruliga arbeiða hesar næstu tveir mánaðirnar, um hon skal klára at kvalifisera seg til HM í Rom. Sum venjarin Michael Bohl sigur tað:
She’s had the longest break she’s ever had. There was nine weeks where she wasn’t doing too much at all. So she went from being a very fit person to being pretty unfit and she struggled, not motivation-wise, but getting back into a routine.
Kelda: SwimNews.dk
(Stephanie Rice. Image courtesy of sunrise.seven. CC by-nc-nd)
Continue reading 9 vikur er long tíð hjá svimjarum at halda pausu
Nýtt heimsmet í 200 blandað hjá kvinnum
Avstralska Stephanie Rice hevur í dag sett nýtt heimsmet í 200 blandað á langbana, við tíðini 2:08.92 har tað 11 ára gamla (og doping mistonkta) metið hjá kinesisku Wu Yanyan var 2:09.72. Altso ein betring uppá heilar 8 tíggjundapartar. Lesið her á SwimInfo.
2 heimsmet í Avstraliu í dag
Avstralska úttøkan til Olympisku Leikir byrjaði við einum braki í morgun, tá ið fyrst Stephanie Rice tók langbana heimsmetið í 400 blandað frá amerikansku Katie Hoff (4:31.46, gamla metið var 4:32.89), og unga Emily Seebohm síðani gjørdist fyrsta kvinna undir 28 sekund í 50 rygg (27.95, amerikanska Hayley McGregory átti ‘gamla’ metið á 28.00).
Her er metið hjá Seebohm og samrøða við gentuna aftaná
og her er metið hjá Rice