Dirk Lange gevst sum suðurafrikanskur landsliðsvenjari

Har hevur sum kunnugt verið ballada millum venjarar og svimjarar í suðurafrikanska svimjisambandinum, og nú hava tey so avtalað ikki at fara undir nýggjar sáttmálasamráðingar. Men tíðindaskrivið her frá suðurafrikanska svimjisambandinum, nevnir tó bara alt tað góða sum er hent í tíðarskeiðinum hjá Lange, umframt líka at Lange fer at samstarva við advokatarnar sum nú kanna málið.

Ikki lætt at vera suðurafrikanskur toppsvimjari

Heimsmethaldarin Roland Schoeman og tveir aðrir av teimum sum vunnu 4×100 frí OL-gull í Athen 2004, fáa ikki fíggjarligan stuðul frá svimjisambandi sínum til at ferðast heim at svimja á suðurafrikansku meistarastevnuni, og verða tí ikki undan-úttiknir til OL í Beijing 2008. Harvið missa teir møguleikan at luttaka við landsliðnum á venjingarlegum og altjóða svimjistevnum, umframt at í øllum førum Schoeman missur tann studning sum hann fær frá svimjisambandinum til at venja í USA. Inntil august næsta ár, tá ið teir aftur fáa kjans at kvalifisera seg.
Continue reading Ikki lætt at vera suðurafrikanskur toppsvimjari