Viðfestur er úrslitalistin frá Suðuroyar Sparikassa stevnuna í Vági í dag, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Har vóru nógvar flottar tíðir í dag, so sum Eyðbjørn Joensen 4:17.04 í 400 frí, og sami Eyðbjørn 1500 frí uppá 16:56.38. Turið S. Christiansen og Tanja Skaalum høvdu ein øgiligan kamp í 100 bringu, har Turið við tíðini 1:17.53 varð éin hundraðpart frammanfyri Tanju. Róland Toftum vann sær bronsunál við tíðina 30:84 í 50 frí, og Victoria Biskopstø eisini bronsunál í 100 frí við tíðini 1:14.71. Og Cecilia Eysturdal setti juniormet í 800 frí, við tíðini 9:22.94.
Heiðursmerkjabýtið millum feløg:
- Susvim – 21 gull, 17 silvur, 12 bronsu
- Ægir – 8 gull, 9 silvur, 9 bronsu
- HS – 8 gull, 7 silvur, 5 bronsu
- Reki – 5 gull, 6 silvur, 6 bronsu
- FLOT – 2 gull, 1 silvur, 1 bronsu
- FS – einki heiðursmerki (bert 2 svimjarar við)