Meðan vit bíða…

Ímeðan vit bíða eftir at hoyra frá føroyingunum á Rhodos muga vit lána tilfar frá øðrum keldum.

Veðrið á Rhodos er gott. Tey hava 30 hitastig og bakandi sól. Súkklarar úr Jersey hava roynt kappingarteinin, ið er 120 km langur við brekkum upp í 10% hall (hallið niðan á Eiðisskarð úr Funningi er í miðal 6,8%). Tíbetur eru tey lokalu fólkini fús í at koma við eina kalda, hjálpandi hond.

Vónandi finna Rókur og Ottar ókeypis tráðleyst net her, so vit kunna fáa fersk tíðindi teimum. Continue reading Meðan vit bíða…

Jóansøka

Mangli eg nú nakað!

Havi júst pakka mær vátdrakt, svimjibrillur, súkkluklæðir, hjálm og alt ”you name it”. Eg kann ikki torga at standa beint áðrenn eina kapping og hava gloymt okkurt. Nú er tað soleiðis at vit triathletar eru so heldigir at vit íðka tríggjar ítróttargreinar. So at tá vit nú skulu svimja kapp tvørturum Trongisvág á Jóansøku, so taka vit eisini súkklurnar suður  við og gera eina innanhýsis súkklukapping. Fínasta slag!

Men tað eru sum sagt nøkur ting, man so skal minnast til. Aftrat øll hasum havi eg so eisini vaska og bona súkkluna í kvøld. Ja, eg hugsaði tað eisini, sum eg stóð har og vaskaði súkkluna, eitt leygarkvøld. Áslak; hevur tú veruliga onki betri at gera enn at vaska súkkluna eitt leygarkvøld? Men eg veit ikki, súkklan sær faktisk orduliga gott út nú.

Nú er nokk best at fara í song, so man verður væl fyri til í morgin. Tað verður spennandi at svimja kapp í Trongisvág í morgin. Tað er so í øllum førum nakað spildur nýtt fyri meg.

Áslakur Nesá

leygarkvøld 27.06.07