Sun Yang ákærdur fyri ágang á dopingeftirlitsfólk

The Sunday Times skrivar her (aftanfyri gjaldsvegg) um eina hending í september, har Sun Yang skal hava noktað fyri at verða dopingtestaður, vísandi til at dopingeftirlitsfólkini ikki høvdu røttu prógv um hvørji tey vóru, og har tað heila so opinbart endar við at hann og ein trygdarvørður hjá honum knústu eina blóðroynd við hamara.

Kinesiska New China skriva síðani her at Sun Yang nú hóttir við at stevna Sunday Times fyri ærumeiðing, og at hendan hending skal hava verið avgreidd við at FINA, aftaná eina 13-tíma langa hoyring hin 3. januar, skal hava givið Sun Yang rætt í sínari útgávu av hendingini.

“The three IDTM staff members failed to produce IDTM authorization letters and also could not provide either the DCO certificate or a nurse license,” Zhang said.

“And they fabricated an untruthful report claiming Sun Yang broke anti-doping rules and sent it to FINA,” Zhang said.

Pál snýttur fyri finalupláss tá Sun Yang avlýsti vegna pínu

Kinesiski Sun Yang møtti ikki upp til 1500 frí finaluna í kvøld vegna pínu í bringuni. Sun Yang segði á tíðindafundi aftaná kappingina, at hann hevði pínu í bringuni aftaná hann hevði vunnið 800 frí mikudagin.

Sun Yang var ikki í bíðirúminum 20 min undan finaluna í kvøld, sum krav er, og Sun Yang nevndi ikki á tíðindafundinum, nær hann valdi at avlýsa. Men hann boðaði ikki fyriskiparunum frá. Fyriskiparnir áttu í slíkari støðu at boða Páli frá so at hann kundi svimja í finaluni í staðin. Men hetta hendi ikki. Formaðurin í Svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, sigur, at tey mótmæltu á staðnum, men tá var ov seint. Væntandi kemur eitt eftirspæl, tað vil siga eitt mótmæli frá Svimjisamband Føroya.

Rókur sigur, at finalutíðirnar vóru ikki imponerandi, so um Pál hevði svomið sítt besta, so hevði hann fingið medalju. Gregorio Paltrinieri úr Italia vann og setti nýtt evropeiskt met við tíðini 14:39.67. Connor Jaeger úr USA og Ryan Cochrane úr Kanada vunnu silvur og bronsu við ávikavist 14:41.20 og 14:51.08. Norðurlendska metið hjá Páli er 14:46.33.

Haraftrat hevði Pál óivað klárað kravtíðina til OL, sum hann gjørdi í innleiðandi riðli, um hann svam í finaluna. Sum er má Pál bíða til í vár 2016 fyri at klára kravtíðina, tí serligu donsku krøvini siga, at bert HM finalutíðir kunna brúkast til OL so tíðliga í kappingarárinum:

“Svømmere kan opnå direkte kvalifikation til OL ved at opnå en top-8 placering ved VM i Kazan i 2015 i en tid under OL-kravtiden i en eller flere individuelle olympiske discipliner.” kelda Dansk Svømmeunion. OL-kravtíðin er 15:07.53. Pál svam innleiðandi 14:58.52.

Sun Yang vann 400 frí

Sun Yang vann 400 frí á heimsmeistarastevnuni í Kazan í gjárkvøldi. Tíðin hjá honum var 3:42.58. Tvey og trý vóru James Guy úr Stórabretlandi og Ryan Cochrane úr Kanada við ávikavist 3:43.75 og 3:44.59. James Guy legði harðast út við Sun Yang undir liðini til 100m vóru eftir, tá Sun Yang fór frá honum í spurtinum.


Sun Yang á bana 4, Cochrane á bana 3, Guy á bana 5 og Wojdak á bana 2.
Continue reading Sun Yang vann 400 frí

Sun Yang skjótastur í 400 frí innleiðandi

Nakrir av kappingarneytunum hjá Pál Joensen hava kappast í morgun í 400 frí innleiðandi. Skjótastur í morgun var Sun Yang við tíðini 3:44.99. Landsliðsvenjarin hjá Kina, Yaho Zhengjie, sáddi annars iva um støðið hjá Sun Yang fyrr í ár. Í kvøld verður finalan í 400 frí svomin.


Continue reading Sun Yang skjótastur í 400 frí innleiðandi

Sun Yang venur nú aftur saman við kinesiska landsliðnum

Tit minnast nokk rokið í november, tá ið Sun Yang krasjaði ein bil uttan at hava koyrikort, og tískil endaði bæði í fongslu, og við at verða bannaður av kinesiska svimjisambandinum frá bæði venjing og kapping í óásetta tíð. Nú er hann so aftur í venjing, gott nokk eini 10 kilo tyngri, siga kinesarar.

(videoin byrjar automatiskt, so eg koyrdi hana afturum ‘Les meira’)
Continue reading Sun Yang venur nú aftur saman við kinesiska landsliðnum

Sun Yang nú fullkomiliga bannaður frá venjing og svimjing

Sum tit kunnu lesa her á SwimmingWorld og her á Xinhua News, so hevur kinesiska svimjisambandið nú valt at bannað Sun Yang frá allari venjing og kapping, í óavmarkaða tíð, fyri gøluna nú hann hevði koyrt og krasjað bil uttan koyrikort. Tað hevur ikki so øgiligan týdning fyri okkum beint nú, tí tað er eitt heilt ár til næsta HM … men tað svíður nokk at ikki sleppa at venja og kappast, hvørki í Kina ella uttanlanda.

Sun Yang enters the Palau Sant Jordi BCN2013 arena

Sun Yang fongslaður í 7 dagar fyri at hava krasjað uttan koyrikort

Ja puha, Olympiski meistarin og heimsmeistarin Sun Yang var fyrradagin í eini ferðsluvanlukku, har hann rendi uppí reyvina á einum bussi í einum Porsche Cayenne sum hann hevði lánt frá familju. Og tað vísti seg so at hann einki koyrikort hevur. Hann hevur umborið seg almennt, men skal tó sita 7 dagar í gegli, umframt at hava fingið eina ókenda upphædd í bót. Og nú hevur skúlin hjá honum útilokað hann frá kapping í óásetta tíð. Varastjórin har sigur sambært SwimmingWorld: “Fyrst skal hann gjølla hugsa um hvat ið hann hevur gjørt. Síðani má hann byrja aftur við skipaðu venjingini. Og fyrst aftaná eina langa periodu av venjing, kunnu vit umhugsa at senda hann til kapping aftur.” Tað er enn ókennt hvussu kinesiska svimjisambandið fer at reagera.

Sun Yang on top of the BCN2013 men's 1500 free podium

Her umrøður China View málið

Og her CCTV, við einum lítlum glimt av Joensen

BCN2013 – Sun Yang svam 1:43.16 í 200 frí stafettini

Sun Yang var tann stóra hetjan í gjár í 200 frí stafettini, har hann, sum síðsti maður hjá kinesum, heintaði góð tvey sekund og fangaði Japan og Frakland á allarsíðstu metrarnar og tryggjaði Kina eina bronsu við splitttíðini 1:43.15. Vit kunna samanbera tíðina hjá Sun Yang, sum gott nokk hevði flúgvandi start, við gull tíðina hjá Yannick Agnel í 200 frí, sum var 1:44.20. USA og Russland vunnu gull og silvur. Í videobrotinum sæst Sun Yang niðast á geil 8 aftaná 5 min og 10 sek.


Continue reading BCN2013 – Sun Yang svam 1:43.16 í 200 frí stafettini

Sun Yang niður ímóti heimsmetinum í 400 frí í dag

Sun Yang bleiv í kvøld fyrsti heimsmeistari í svimjing á HM í Barcelona 2013, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá imponerandi 3:41.59. Hann lá fyrstu helvtina av svimjingini undir splitt-tíðum til at kunna seta heimsmet, men dragnaði so eitt sindur ímóti endanum, í mun til metið 3:40.07 sum Paul Biedermann svam á HM í Rom 2009. Tað hevur annars verið eitt sindur ivasamt hvussu væl hann nú var fyri til hetta HM, eftir okkurt rok við sín venjara; men nú kunnu vit bara staðfesta at ‘hann er har’, tá ið tað kemur til eisini 800 og 1500 frí.

BCN2013 men's 400 free medal podium