Framleiðarar av hesum ‘superdraktum’ hava sambært SwimmingWorld Magazine havt fund her beint áðrenn fundin hjá FINA, at avtala ein felags front ímóti teimum sum vilja hava draktirnar heilt burtur. Tað mest áhugaverda er kanska tað sum framleiðararnir uttan nakað kunnu góðtaka: At har koma krøv um test av flótievni, eina mest loyvda tjúkd, eitt forboð ímóti at brúka fleiri draktir í senn, og at brúka tape, og at krøvini sum heild verða greiðari, so at framleiðararnir kunnu loyva sær at brúka pengar uppá nýggjar draktir, uttan at risikera at tær knappliga eru ólógligar.