Nú eru tey 10 sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir

Katarina Lamhauge svam tvær ferðir undir kravtíð í morgun, tá ið hon fyrst svam 34.97 í 50 bringu, og síðani 2:42.40 í 200 bringu. Og nú seinnapartin svam Guðrun Holm Jacobsen seg til gullnál í 50 frí við tíðini 26.66, og Pauli Ø. Mohr til føroyskt met í 50 frí við tíðini 23.96. Hesi trý koma tí afturat teimum 7 sum longu hava kvalifiserað seg til Oyggjleikir, við tíðum betri enn bronsuheiðursmerki av Rhodos.

CIMG2327

(Guðrun H. Jacobsen meðan tíðin hjá henni varð lisin upp)
Continue reading Nú eru tey 10 sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir

Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu 7. mars

Frá SuSvim

Kapping í Vági 7. mars 2009

Suðuroyar Sparikassa Stevna

Kappingin byrjar leygarmorgun. Upphiting er kl.09:45 og kappingin byrjar kl.10:30
Klokkan uml. 12:00 er pausa. Matur verður í skúlanum um fólk ynskja tað.
Klokkan uml. 13:30 byrja okur aftur við upphiting og kappingin byrjar kl.14:15

Tað ber altso til at koma suður við Smyrli leygarmorgun kl.07:00, og norður aftur kl.18:30. Eg veit at svimjarir eru sum royna eftir OYL kravtíð, so har er kanska best at koma suður fríggjakvøld.
Continue reading Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu 7. mars

Innbjóðing til SuSvim stevnu

Fyrsta stevna í 2009 verður nú leygardagin 10. januar, í Vági. Hendan stevna skuldi annars verða fyrst 17. – 18. januar, men er framskundað tí at Reykjavík International hevur flutt seg í mun til tá ið kalendarin hjá SSF varð lagdur. Stevnan umfatar tær fýra kappingargreinarnar á 50 og 200 metrum, umframt 200 blandað og 4×200 frí, og verður skipað so at til ber at ferðast suður og norður sama dag. Sí annars viðfestu innbjóðing.