So er samlaði úrslitalistin komin frá Bank Nordik stevnuni í Vági, umframt GR- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Suðuroyar Svimjifelag vann so syngjandi kappingina um at vinna flest heiðurmerki, nevniliga 28 gull, 11 silvur og 8 bronsu. HS varð nummar 2 við 6 gull, 11 silvur og 16 bronsu, og FS nummar 3 við 3 gull, 12 silvur og 4 bronsu. Pál Joensen vann flest heiðursmerki yvirhøvur, 11 gull í 11 kappingum, meðan Tanja Skaalum eisini úr Suðuroyar Svimjifelag vann flest hjá kvinnum, 6 gull í 6 kappingum. Pál Joensen setti føroyskt met í 100 bringu, Tanja Skaalum juniormet í 200 frí, og Magnus Jákupsson juniormet í 200 blandað.
Continue reading Úrslit og hagtøl frá SuSvim-stevnuni 27. – 28. nov. 2010
Tag: SuSvim stevna 2010
Úrslit frá SuSvim-stevnuni í dag
Viðfestur er úrslitalistin frá kapping 15 til 26 á Bank Nordik stevnuni í Vági í dag. Til nú hava tey sett 1 føroyskt met og 2 juniormet har suðuri, umframt at í øllum førum Jonna B. Thomsen vann sær silvurnál við stjørnu við tíðini 2:10.74 sum fyrsta genta í 4 x 200 frí stafettini hjá Fuglafjarðar Svimjifelag.
Magnus 2:10.51 og juniormet í 200 blandað
Úrslit frá SuSvim-stevnuni í morgun
Viðfest eru úrslit frá kapping 1 til 14 á Bank Nordik stevnuni í Vági í morgun. Tey byrja aftur seinnapartin, við upphiting klokkan 15:00 og kapping klokkan 16:00.
Tanja 2:09.04 og juniormet í 200 frí
Vit frætta nú úr svimjihylinum í Vági, at Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag hevur sett nýtt føroyskur juniormet í 200 frí, við tíðini 2:09.04. Cecilia Eysturdal úr Ægir átti metið á 2:09.46, frá Meistarastevnuni fyri Ung í vár.
Eitt megnarbragd hjá ungu Tanju, sum her setur juniormet hóast hon fyrst um gott eitt ár fer at hava veruligan junioraldur, og tá hevur tvey ár í junioraldrinum. Um vit skulu samanbera við ynskiligt støði hjá okkara bestu svimjarum í hasum aldri, so setti SSF kravtíð til NJM nú í desember at vera 2:14.84 til yngra juniorárgangin, og 2:11.13 til eldra. Hon er altso meira enn 2 sekund skjótari enn harðastu kravtíð, og upp í móti 6 sekund skjótari enn lættaru; men samstundis ov ung til at kunna luttaka á NJM.
Stórt til lukku til Tanju og Suðuroyar Svimjifelag !
Startlistin til SuSvim stevnu í vikuskiftinum
So er startlistin klárur til Bank Nordik stevnu í Vági í vikuskiftinum. Tað sær út til at serliga SuSvim fær eina góða stevnu, við Pál Joensen ovast á listanum í einum 9 kappingum, umframt at Tanja Skaalum, Guðrun Mortensen, Kristina Elin Thomsen og Helena Strøm Sævarsdóttir eru ovast í einum 11 kappingum, pluss stafettum,
Innbjóðing til SuSvim stevnu 27. – 28. nov. 2010
Viðfest er innbjóðing til BankNordik stevnu í Vági, komandi leygardag og sunnudag 27. til 28. november 2010. Jón Bjarnason boðar frá, at um fólk ynskja tað, so er heitur matur til keyps leygardagin í skúlanum fyri 50 krónur per persón, um nokk av fólki tekna seg.
Úrslit frá SuSvim stevnuni 17. apríl 2010
Viðfestur er offisielli úrslitalistin frá SuSvim stevnuni í gjár, umframt RE-fíla til hagtalsbrúk. Gott at síggja at Malan Vitalis Bærendsen er komin aftur í aftur og vann bæði 50 og 100 bringu, og at Guðrun Holm Jacobsen eisini hevur verið røsk at kappast. Men annars eru tað serliga juniorarnir sum dominera kappingina, við til dømis Poulu og Biritu í front í sínum sergreinum, við Ceciliu sum vinnara í bæði 100 og 200 frí, og við Tanju sum vinnara í 200 bringu. Og so Pauli hjá monnunum, ið nú dregur gullið heim til Havnar Svimjifelag.
Poula 1:07.90 og juniormet í 100 firvald
Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag setti í dag nýtt føroyskt juniormet í 100 metra firvaldasvimjing, á SuSvim stevnuni í Vági. Tíðin hjá Poulu var 1:07.90, har metið hjá Hilduri á Fløtti frá kapping í Havn í fjør var 1:08.01. Poula eigur nú metini hjá juniorgentum bæði í 50 og 100 firvald, eftir at hon her í vetur legði hesa svimjigrein afturat hinum sergreinunum hjá sær, ið vóru serliga frí, rygg og blandað.
Innbjóðing til SuSvim stevnu komandi vikuskifti
Viðfest er innbjóðing til svimjistevnu í Vági, komandi vikuskiftið. Kappingin er fyri allar aldursbólkar, í stuttu teinunum frá 50 til 200 metrar. Byrjað verður við upphiting frá kl 09.45 og kapping frá kl 11:00, og kappast verður so allan dagin, vælsagtans soleiðis at til ber hjá norðingum at fara norður aftur leygarkvøldið.