Innbjóðing til SuSvim stevnu hin 26. og 27. november 2011

Suðuroyar Svimjifelag bjóðar til BankNordik svimjistevnu í Vági nú leygardagin og sunnudagin 26 til 27. november, í øllum svimjisgreinum uttan 1500 frí. Stevnan er løgd so at til ber at sigla suður leygarmorgun og sleppa heim aftur sunnukvøldið. Sí viðfestu innbjóðing.

CIMG2175

Úrslit frá SuSvim stevnuni í dag

Viðfestur er úrslitalistin frá BankNordik stevnuni hjá Suðuroyar Svimjifelag í Vági í dag. Saman um tikið vunnu vertirnir klárt flest heiðursmerki – 25 gull, 6 silvur og 13 bronsu, Fuglafjarðar Svimjifelag næstflest 3 gull, 3 silvur og 2 bronsu, Ægir triðflest 1 gull, 10 silvur og 11 bronsu, og Havnar Svimjfelag fjórflest 11 silvur og 3 bronsu. Størstu heiðursmerkjaslúkar vóru Pál Joensen sum vann 8 gull fyri Suðuroyar Svimjifelag, og Kristina Elin Thomsen sum vann 4 gull og 1 silvur, eisini fyri SuSvim.

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 30. apríl 2011

Viðfest eru úrslitini frá SuSvim-stevnu í Vági í dag hin 30. apríl 2011, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Úrslitið varð at SuSvim vann flest heiðursmerki, 41 gull, 30 silvur og 17 bronsu. HS varð nummar 2 við 10 gull, 9 silvur og 7 bronsu, og Reysti nummar 3 við 3 gull, 3 silvur og 11 bronsu. Mest vinnandi svimjari var Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag við 8 gullheiðursmerkjum, og mest vinnandi genta Sólrun Kjærbo eisini úr SuSvim við 5 gull og 3 silvur.
Continue reading Úrslit frá SuSvim-stevnuni 30. apríl 2011

Innbjóðing til SuSvim stevnu 30. apríl 2011

Viðfest er innbjóðing til svimjistevnu í Vági nú leygardagin hin 30. apríl, fyri bólkar 1 til 4. Har verða heiðursmerki til nummar 1, 2 og 3, men afturfyri eisini eitt luttakaragjald á 35 krónur. Byrjað verður leygarmorgun við upphiting klokkan 8 og kapping klokkan 9, við stuttum pausum í leypi av degnum so at øll sleppa heim leygardagin. Grodanfílan kemur seinni í kvøld.

Ófør úrslit á SuSvim stevnu

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Tað byrjar av álvara at merkjast at Oyggjaleikir nærkast, nú Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri Bank Nordik stevnu í Vági í vikuskiftinum. 2 svimjarar nýttu høvið at svimja seg undir kravtíð til Oyggjaleikir, umframt at 5 føroysk met vórðu sett, og 4 juniormet.

Turið og Cecilia á stevnu í Vági

[Turið og Cecilia kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir. Myndamaður Dan Hjelm]
Continue reading Ófør úrslit á SuSvim stevnu