Cecilia Eysturdal úr Ægir setti júst nú nýtt føroyskt juniormet í 800 metra frísvimjing, við tíðini 9:13.07 har hon á Ægir stevnu í februar mánaða svam 9:18.01. Cecilia hevur harvið klárað kravtíð til Oyggjaleikir í summar, sum var silvurheiðursmerkjatíðin hjá Katy Glendeling av Jersey á 9:15.68. Einasti skjótari svimjari á Oyggjaleikum seinast var føroyska Mona Simonsen, sum ikki svimur longur.
Tag: SuSvim stevna 2011
Pál føroyskt met í 50 bringu
Startlistin til SuSvim stevnu hin 19. og 20. mars 2011
Viðfestur er startlistin til Bank Nordik stevnu í Vági hin 19. og 20. mars 2011. Hendan stevna er skiftivís opin kapping fyri okkara vanligu kappsvimjarar, og masterskapping fyri svimjarar eldri enn 25 ár. Gev gætur at ein rúgva av tilmeldingum vænta úr Havn, av tí at tær vórðu sendar inn í skeivum formati. Hetta verður væntandi rættað í dag.
Innbjóðing til SuSvim stevnu 19. og 20. mars 2011
Viðfest er innbjóðing til Bank Nordik stevnu í Vági hin 19. og 20. mars 2011, fyri opna bólki og masterssvimjarar. Sum nevnt í innbjóðingini til opna bólkin, so er hetta næstseinasti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir, út yvir síðstu úttøkustevnu í Havn hin 9. og 10. apríl 2011. Og sum nevnt í innbjóðingini til masterssvimjarar, so mugu vit øll royna at samskipa upphitingina so rímiliga, at tey sum royna eftir oyggjaleikakravtið fáa hitað upp í fýrageilaðu høllini í Vági. Grodan-fílan kemur sunnudagin.
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 29. – 30. januar 2011
Viðfest eru úrslitini frá BankNordik-stevnuni í Vági, farna vikuskiftið. Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag mest, 17 gull, 8 silvur og 9 bronsu. Havnar Svimjifelag vann næstflest 8 gull, 15 silvur og 11 bronsu, meðan FLOT vann triðflest 5 gull og 2 silvur. Mest vinnandi svimjari var Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag við 8 gullheiðursmerkjum, meðan Birita Debes úr FLOT vann mest hjá kvinnunum, 5 gull og 2 silvur. SuSvim menn settu sum kunnugt føroyskt met í 4×200 frí, og hartil setti Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag eftir øllum at døma føroyskt juniormet í 100 blandað, við tíðini 1:07.56, har metið hjá Biritu Debes frá X-mas kappingini í desember var 1:07.59.
SuSvim føroyskt met í 4×200 frí
Teir fýra Pál Joensen, Jón Hofgaard, Sofus Bech og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag settu í dag føroyskt met í 4×200 metra frísvimjing, við tíðini 7:55.70 har føroyska metið hjá Havnar Svimjifelag frá Ægir stevnu í oktober var 7:59.62. Vit frætta at tað gongur væl har suðuri, við tíðum sum prógva at svimjarar um alt landið taka seg saman til at klára seg væl eisini á longru teinunum.
Innbjóðing til SuSvim stevnu 29. – 30. januar 2011
Viðfest er innbjóðing til Bank Nordik svimjistevnu í Vági 29. og 30. januar 2011. Skráin avdúkar millum annað tvær áhugaverdar stafettir, 8×50 frí mix og 8×50 bringa mix, sum fer at krevja eina ávísa breidd hjá luttakandi feløgum. Grodan fílan kemur seinni.