Úrslit frá SuSvim-stevnuni 24. – 25. november 2012

Viðfestur er úrslitalistin frá BankNordik Open í Vági um vikuskiftið, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Nevniverd úrslit eru til dømis at Bartal Hestoy er lopin fram til at svimja 2:23.28 í 200 metra bringusvimjing, ið merkir at hann er næstskjótasti føroyingur í greinini nakrantíð, aftanfyri bara Pál Joensen.

CIMG2321

Úrslit frá BankNordik-stevnuni í Vági 28. – 29. apríl 2012

Viðfestur er úrslitalistin frá BankNordik-stevnuni í Vági nú um vikuskiftið, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Saman um tikið vunnu tey har suðuri flest heiðursmerki – 51 gull, 44 silvur og 31 bronsu, meðan Reysti vann næstflest og Ægir triðflest. Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag vann heili 12 gullheiðursmerki og 1 silvur (umframt okkurt í stafettum eisini), meðan Signhild Joensen úr Ægir var mest vinnandi genta við 8 gullheiðursmerkjum í einstaklingakappingunum.
Continue reading Úrslit frá BankNordik-stevnuni í Vági 28. – 29. apríl 2012

Innbjóðing til BankNordik-stevnu í Vági 28. – 29. apríl 2012

Viðfest er innbjóðing frá Suðuroyar Svimjifelag til BankNordik-stevnu hetta vikuskiftið 28. og 29. apríl 2012, fyri gentur 1998 og yngri og dreingir 1996 og yngri. Sum nakað heilt serligt verður møguleiki hjá bólkum 1 og 2 at venja styrkivenjing (dryland) saman við Páli Joensen í svimjihøllini leygardagin kl 15, umframt í hylinum sunnumorgunin frá kl 9:00.

The swim pool in Vági