Innbjóðing til SuSvim stevnu leygardagin 20. september 2014

Suðuroyar Svimjifelag bjóðar í viðfestu innbjóðing til svimjistevnu í Vági, leygardagin hin 20. september 2014, fyri allar aldursbólkar.

Kappingin byrjar tíðliga leygarmorgunin, og verður kappingin so avgreitt soleiðis, at til ber at fara norður aftur við Smyrli klokkan 18:30, leygarkvøldið.

Úrslit frá BankNordik stevnuni 22. – 23. mars 2014

Her eru úrslitini frá BankNordik stevnuni í Vági nú í vikuskiftinum, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Samlaða úrtøkan var at Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki, við Havnar Svimjifelag sum nummar tvey og Ægir sum nummar trý. Mest vinnandi svimjarar vóru Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag hjá monnum og Sólrun Kjærbo hjá kvinnum. Annars var mest merkisverda úrslit vælsagtans tá ið Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing.


Continue reading Úrslit frá BankNordik stevnuni 22. – 23. mars 2014

Óli 2:06.94 og nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald

Óli Mortensen megnaði í dag at seta stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann á BankNordik-stevnuni í Vági svam teinin uppá 2:06.94. Ein øgilig betring í mun til nú fyrrverandi metið á 2:09.12, sum Magnus Jákupsson átti frá Norðurlendsku Juniormeistarastevnuni í 2010, og heldur ikki longur so øgiliga langt frá føroyska metinum á 2:03.96, sum Pál Joensen eigur frá HS-stevnu í apríl 2012. Óli svimur fyri Havnar Svimjifelag, og hevði áðrenn hetta 2:18.58 sum bestu tíð í 200 firvald, frá BankNordik-stevnu í Vági í 2012.

Úrslit frá BankNordik stevnuni í Vági í dag

Her er úrslitalistin frá BankNordik stevnuni í Vági nú seinnapartin 22. mars 2014. Brynhild Johannesen úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg til bronsunál í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon svam teinin uppá 2:50.80. Hetta við nálum er nakað sum svimjarar ganga høgt uppí, serliga tí at bronsunálin gevur atgongd til FM í svimjing.

Lea Midjord, Alisa Vestergård og Brynhild Johannessen úr Suðuroyar Svimjifelag fáa her bronsunál frá yvirdómaranum Elin Matras. Jón Bjarnason eigur myndina.

Úrslit frá BankNordik stevnuni í Vági í morgun

Viðfestur er úrslitalistin frá fyrsta parti av BankNordik stevnuni í Vági, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri hetta vikuskiftið. Av góðum úrslitum kunnu nevnast at Jana Thomsen úr Reysti svam seg til silvurnál við tíðini 1:03.01 í 100 metra frísvimjing, og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard við tíðini 9:57.90 í 800 metra frí, umframt at Lea Midjord úr Suðuroyar Svimjifelag í 100 frí svam seg til bronsunál við tíðini 1:13.21.

Ein glað Jana Thomsen á SuSvim-stevnu í morgun. Morensa Thomsen eigur myndina.

Kappingarskrá BankNordik stevna 22-23 mars 2014

Viðfest er kappingarskráin fyri BankNordik stevnuni í Vági nú leygardagin og sunnudagin 22. og 23. mars 2014, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Tey byrja við upphiting klokkan 9 og kapping frá klokkan 10 í morgin árini, og kappast so í tveimum pørtum leygardag, og so aftur sunnudagin frá klokkan 14 (við upphiting frá kl 13).