Signhild 2:15.64 og føroyskt juniormet í 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon á SuSvim Open í Vági svam teinin uppá 2:15.64. Hon átti sjálv juniormetið á 2:18.17 frá FøroyaMeistarastevnuni í mai mánaða, og er nú rættiliga nær føroyska metinum hjá Elspu Mørkøre, á 2:15.15 frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2007.

20150926IMG_0220

(Signhild í Vági í dag. Jón Bjarnason eigur myndina)

Sára 1:06.59 og juniormet í 100 blandað

Sára Ryggshamar Nysted setti í dag nýtt føroyskt juniormet í 100 metra blandaðari svimjing, tá ið hon á Bank Nordik stevnuni í Vági svam teinin uppá 1:06.59.

Hon átti sjálv juniormetið á 1:06.74, frá Ægir-stevnuni í februar mánaða, og er nú enn longur undir oyggjaleikakravtíðini á 1:07.40.

Sára hevur sostatt sett 3 juniormet á hesi síðstu stevnu í 25 metra hylinum í Vági, fyrst í 400 blandað í morgun, og síðani nú í 200 frí og 100 blandað.

Sára 2:04.81 og juniormet í 200 frí

Sára Ryggshamar Nysted setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra frísvimjing, tá ið hon á Bank Nordik stevnuni í Vági svam teinin uppá 2:04.81. Victoria Wigant Eysturdal átti føroyska juniormetið á 2:06.13, frá FøroyaMeistarstevnuni 2013.

Føroyska kravtíðin til Oyggjaleikir á Jersey 2015 er 2:05.01, so hana kláraði Sára eisini.

Sára svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.